Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar søgur um KÍ

Oliver Joensen

Nú flaggskipið hjá KÍ, 1. deild er í kreppu og skal leika botndyst komandi vikuskifti ímóti TB, eru leysasøgurnar nógvar.

Tað gongur sum rótasúpan í býnum, at Kurt Mørkøre, Hans Fróði og Rógvi Jacobsen eru upp á tal til dystin ímóti TB um vikuskiftið, men eftir tí sum fyriliggur frættir Norðlýsið at hóast nevndin í KÍ hevur arbeitt við ymiskum møguleikum, so er als einki klárt í so máta. John William Joensen, sum hevur tíðindatænastuna hjá KÍ um hendir, sigur í kvøld, at als einki í samband við hesar nevndu leikararnar er upp á pláss og hann kann í hvussu so er vátta at Rógvi Jacobsen kemur ikki at spæla við KÍ um vikuskiftið. KÍ hevur havt samband við hinar báðar, men higartil er einki komið burturúr.