Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvar tunnur í KÍ-høllini

John William Joensen

Aftur í ár, ímorgin leygardagin 21. februar, kl. 14:00, verður KÍ-høllin karmur um tunnusláðing.

Einar 12 tunnur verða hongdar upp í høllini og síðani er bara at fara innar og luttaka. Í suðurendanum í høllini verður samstundis skipað fyri mat/køkutombola og burturluting. Kaffi verður til keyps.
Tað er Klaksvíkar Hornorkestur, ið stendur fyri tiltakinum, sum vanliga verður væl vitjað. Eini 600 til 700 fólk í alskyns føstulávintsbúnum møta upp. Serliga eru tað børn og ung, ið sláa, meðan foreldrini hyggja at. Hornorkestrið heitir á fólk um at møta stundisliga so øll fáa sítt pláss við tunnurnar. Øll luttakandi fáa bommposar og serligur bommpakki við heiðursmerki verður latið kattakongunum.
Áðrenn fyrstu sløgini verða sligin, fara Trøllapætur og Omman at vísa børnunum hvussu ein ber seg at tá tunnan skal sláast.
Tiltakið verður, sum nevnt, leygardagin 21. februar og byrjar kl. 14:00.