Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nógvir Havhestaungar

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Fleiri bátar lógu norðuri á Stongunum í kvøld og hagreiddu fongin frá í dag.

Allir lótu væl at, at teir kundu fáa so nógv, teir vildu hava. Har var nóg mikið til, og veðrið var av tí besta.


Tann eini báturin við tveimum monnum hevði tikið 350, ein annar nakað omanfyri 200, og ein triðji hevði tikið 120, tí teir vóru tríggir við og vildu ikki hava meir, so teir sigldu frá.


Teir flestu skralla nakað og royta og sviða restina.


Uppskriftirnar eru nógvar – kóka teir saltaðar, steikja teir feskar í ovninum, tyrvdar við salti, væl kryddraðar skrædlaðar í ovnin, er bert eitt lítið boð.


Væl smakkar!

Harleyfacadeacryl