Fær HB nærum allar leikararnar, sum hava vant við seinastu tíðina ella sum eru í samráðingum við felagið, so verður HB tað topp 5 liði, ið fær størstu tilgongdina.
Levi Hanssen og Heðin Hansen eru komnir til felagið. Men har afturat eru fleiri nýggir leikarar, sum tykjast tætt uppat at gera sáttmála. In.fo veit at siga, at tveir danskir leikarar hava verið í HB og hugt eftir umstøðunum. Teir eru miðvallarleikarin Martin Bergvold og álopsleikarin Daniel Pedersen, ið báðir áður hava gjørt um seg í m.a. donskum fótbólti. Til dagligt venja Símun Samuelsen(komin frá AB), Dánjal Pauli Lervig(komin frá Víkingi), Andrew av Fløtum (byrjaður aftur at venja), Sebastian Pingel (komin frá B36) og Thiago Borges Pinto(komin frá 07 Vestur) við.
Komnir til HB (staðfest):
Levi Hanssen
Heðin Hansen
Venja við:
Símun Samuelsen
Andrew av Fløtum
Dánjal Pauli Lervig
Sebastian Pingel
Thiago Borges Pinto
Aron Clementsen
Samráðast við:
Martin Bergvold
Daniel Pedersen
Fær HB teir flestu av hesum í sín hóp, so hevur tilgongdin verið størri í HB enn í hinum topp 5 liðunum, har einki feløg hevur styrkt seg við meir enn fýra leikarum.




