Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógvir skaðar raka KÍ-hópin í løtuni

Jákup Ósá

Tað eru ikki nógvir leikarar tøkir í løtuni.

KÍ byrjaði aftur uppá felagsvenjingina í gjár eftir, at hópurin í síðstu viku mest sannlíkt fekk sína síðstu frítíð frá felagsvenjingum fyri summarið, tí altjóða dystirnir gera, at KÍ ikki fær nakra summarfrí.

Og KÍ-hópurin er hart raktur av skaðum í løtuni umframt, at onnur viðurskifti í einstøkum førum gera, at leikarar ikki fáa vant fult við. Báðir teir nýggju leikararnir Alexander Berntsson og Albert Ejupi eru komnir til landið. Alexander hevur vant fult við í fleiri vikur, meðan Albert hevði sín fyrstu venjing í kvøld. Hann vandi tó bara við ein lítlan part.

Taka vit ikki landsliðsleikararnar við, so vóru tað 14 sáttmálaleikarar, sum av ymsum orsøkum ikki fingu vant fult við í kvøld.

 

Teir vóru:

Cedric Yambere

Børge Petersen

Símun Kalsø

Óli Ey. Poulsen

Albert Ejupi

Patrick Da Silva

Mads Bo Mikkelsen

Claes Kronberg

Jonn Johannesen

Jóhan Josephsen

Heini Vatnsdal

Odmar Færø

Jákup B. Andreasen

Hallur Hansson