Tað hevur verið av ringasta veðri í Klaksvík í morgun. Vit vóru á Sløkkiliðsstøðini, har menn sita klárir at rykkja út tá eitthvørt hendir, og Finn Hansen, støðleiðari segði, at uppringingarnar byrjaðu kl. 06.30 í morgin, og síðani hevur verið boð eftir hjálp alla tíðina.
Men, tað eru smáskaðar at kalla, fyri tað mesta, sum higartil eru skrásettur. Vindeygur, rútar, klædningar og annað.
Men enn er hart veður, og meðan vit vóru á vitjan á Sløkkiliðsstøðini, fóru tvey lið av sløkkiliðsmonnum út til fráboðanir, sum júst tá komu inn.




