Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur fiskur við Stangabrúnna

Oliver Joensen

Ídag hugnaðu dreingirnir sær við tráðu á Stongunum, og sigast má, at rættuliga nógv var at fáa hjá teimum, ikki bara seiður, men so sanniliga eisini smáfiskur.

Hóast nógv fleiri fyrr brúktu møguleikan at fiska við brúgvarnar, so kemur tað meira enn so fyri enn, at tú sært smádreingir við tráðu og ídag bar rættuliga væl til hjá teimum.
Sum sæst á myndini, so er rúgvan stór teir hava fingið, og hartil var seiðurin bæði stórur og feitur og harafturat var rættuliga fitt av smáfiski ímillum.
Gott veður er í nú hann liggur av útsynningi og vesturi og hartil lýtt, so tað er bara at taka tráðuna og fara norður á Stengurnar, helst fært tú okkurt agnið frá monnunum í egningarskúrðunum, so tað er lag á manni at fara á seiðaberg.