Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur Lomvigi norðanfyri

John William Joensen

Grønalíð, sum í morgun fór úr Hvannasundi til Lamba eftir smolti, rendi seg í stórar bólkar av Lomviga

Teirbáðir Dánal Lydersen og Dánjal Viðoy fóru um átta tíðina í morgun úr Hvannasundi við Grønalíð til Lamba eftir smolti.

– Tá vit komu út til Selgjógv sóu vit Lomvigaflokkar við 15 – fuglum og meti eg at vit sóu einar 200 Lomvigir á leiðini frá Selgjógv og út til Múlan.

– Tað er heilt vist at tær eru komnar inn at leita eftir føði, tí frá Múlanum til Kalsoyarfjørð, har vit eru staddir í løtuni, sóu vit bara nakrar heilt fáar.

– Veðrið er av tí allar besta og tí var tað óluksáliga hugaligt at síggja stóru flokkarnar í morgun, greiddi Dánjal Lydersen frá í fartelefon fyri løtu síðan.