icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nógvur sangur í býnum

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið var, í sambandi við at nýggja fløgan hjá Sveini í Prestgarði kom út, boðið til sangløtu í Betesda.

Har mundu vera eini 400 fólk víða frá til frágreiðing frá ferð í USA í sambandi við at fløgan varð tikin upp í Nashville, og sjálvandi var eisini hópin av frálíkum sangi og tónleiki, flest øll løgini av fløguni.

Hugtakandi er altíð at hoyra frá ferðum í Nashville, har nógvir føroyingar hava leitað sær og eru eisini vorðnir kendir har, sum m.a. sendingin hjá Suna Merkistein í sjónvarpinum eisini greiðir frá.

Svein hevði hitta nógvar kendar tónleikarar og eisini konu Johnny Cash og hevði vitjað Graceland – heimi hjá Elvis Presley.

Svein hevði nógv at siga frá – eisini um hvussu teir av tilvild hittu ein Vietnam-veteran, sum var flýddur niðan í fjøllini í einsemi, tí hann hevði tað ikki so gott av sálarligum  meinum, hann hevði fingið av krígsávum.

Prátið við Svein og vinmenninar úr Føroyum legði lunnar undir nýggjar leiðir fyri Vietnam-veteran, greiddi Svein frá.

Boðið varð til kaffi og kundi tú tá eisini ogna tær fløguna.

Í kvøldið 24. nov. syngur Sveini í Prestgarði á Hotel Skálavík klokkan 19.00.

Í Christianskirkjuni var í gjárkvøldið “Syngið við kvøld” við Harmonikuvinum – 15 harmonikuspælarar ymsa staðir frá úr landinum, sum hava savnað seg í eitt lið, ið ferðast nokk so víða um.

Sungnir vóru fleiri góðir sangir og sálmar, í eini nærum fullsettari kirkju og hevði Marjun Lómaklett, prestur eisini stutta andakt.

Sum um hetta ikki var nóg mikið, sungu og spældu Steintór Rasmussen og Hanus G. Johansen eisini í Spaniastovu í gjárkvøldið – har teir eisini hugleiddu um góðar gamlar dagar.

Í álvara og gaman hava teir ment sínar sangir. Til álvara og gaman hava teir borið fram sínar sangir so mangar ymsar staðir – Í Spaniastovu var eisini meri enn fullsett í gjárkvøldið.

So tað hava verið mong, sum hava fingið okkurt gott fyri oyrað í gjárkvøldið í Klaksvík.