Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur skattur í apríl

Helgi Abrahamsen

Sambært eini talvu á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni fekk landskassin nógv meira inn í skatti í apríl í ár, enn sama mánað í 2015 og 2014.

Sambært talvuni fekk landskassin 144,4 mió. krónur inn í skatti í apríl í ár, móti 121,5 mió. krónum í fjør og 113,8 mió. krónum árið fyri.

Annars góðu allir mánaðirnir uttan desember, meira í 2015 enn í 2014, meðan tríggir teir fyrstu mánaðirnir í ár hava ligið á nøkulunda sama støði sum í 2014. Men apríl sær út til at geva eitt somikið gott hál fyri landskassan, at undantikið desember er talan um nógv tann besta mánaðin fyri skatt farnu tvey árini.

Ein orsøk til at apríl royndist betur í ár enn tvey tey undanfarnu árini er uttan iva, at páskirnar í ár vóru í mars, og í fjør og fyrrárið vóru tær í apríl.