Tey seinastu árini hevur verið langt í millum teir stóru hallardansirnar. Men leygarkvøldið verður aftur høvi at fara í høllina, tí tá verður stórur ókeypis dansur í KÍ-høllini.
Longu leygarmorgunin kl. 10 verður lagt til brots við livandi tónleiki á ferjuleguni, har m.a. Karl Martin Samuelsen og Magni Husgaard fara at spæla. Kl. 11 verður hugnaløta í Býráðshøllini har Pætur og Tóra við Keldu saman við 17 sangarum fara at framføra.
Sum nakað serligt verður eisini livandi tónleikur umborð á Dúgvuni. Hetta leggur alt upp til tað stóru hugnaløtuna, tá ið sagt verður endaliga farvæl við Dúgvuna og góðu gomlu farleiðina um Leivíksfjørð.
Síðani fer ein skrúgonga við hornblástrið niðan til Tunnilsmunnan, har stórt hátíðarhald verður. Við tunnnilsmunnan fer kórsangur og horntónleikur at seta ein hátíðarligan dám á løtuna.
Síðani verður stórt kaffiborð við tunnilskøku í Klingrugarði, har eisini livandi tónleikur fer at skapa hugna.
Frá kl. 20 verður hugnakvøld í Leikalund við Hanus G. Johansen og Hans Hjalti Skaale og fl. Frá kl. 22 verður opið hús í KFUM & K við tónleiki og drekkamunni. Um somu tíð verður eisini Lovsangsløta í Betesda.
Eftir miðnátt letur KÍ-høllin dyrnar upp á víðan vegg og verður karmur um stóran ókeypis tunnilsdans. Tað verður vælsvingandi norska orkestrið Dixi, sum eigur fyrstu tónarnar í tunnildansinum. DIXI er eitt serliga áhugavert orkestur. Manningin er: Hayden J. R. Powell (trompet), Gunnar Bech (trombone), Frank Iversen (banjo), Daniel Herskedal (tuba) og Vidar Norheim (trommer).
Síðani verður tað eitt væl samanspælt orkestur, sum kallar seg Klax, sum fer at hava undirspælið hjá artistunum Karl Martin Samuelsen, Arnfríð Lútzen og Anfinn Nielsen. Teir, sum manna Klax eru: Magni Husgaard (ljómborð), Mikkjal Hvannastein (Guitar), Eyðun Nolsøe (Bass) og Høgni Klakkstein (trummur).
Ein serligur gestur er komin norður umvegis báðar undirsjóvartunlarnar, og tað er ongin minni enn Sámal Ravnsfjall, sum eisini fer at framføra við sínum kompromisleysa stíli í KÍ-høllini.
Sunnudagin kl. 21 fer kórið Suð at seta eitt flott tónlistarligt punktum fyri tunnilsvikuskiftið við tónum úr Messias í Christianskirkjuni.
Sí annars skránna í bløðunum – gott tónleikavikuskifti!




