Eitt djúpt lágtrýst nærkast Føroyum úr útsynningi – tað fer at geva okkum nógvan vind hósdagin og fríggjadagin.
Sum er, er veðrið ikki ringt her í Føroyum. Í morgin – mikudagin – fer veðrið heldur ikki at vera ringt: vindur úr ymsum ættum, skýggjað og regnælingar allan dagin. Seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s úr landnyrðingi-norði, og tað fer at regna illa.
Ímóti midnátt minkar vindurin aftur – og tað er tí, at miðjan á lágtrýstinum hevur lagt seg beint yvir Føroyar. Nakað eftir midnátt verður turt.
So er tað tað.
Tað fyrsta, vit merkja til illveðrið, er um 5 tíðina hósmorgunin. Vindurin fer at veksa úr landnyrðingi – tað gongur skjótt, so er vindferðin komin upp í 20 m/s. Klokkan 8 kann væntast 20 til 25 m/s. Gevið gætur, at hetta er miðalvindur! – hvirlurnar eru altíð harðari.
Sum fyrraparturin av hósdegnum gongur, flytur ættin seg ímóti norði og til útnyrðingi. Vindferðin verður so at siga tann sama allan dagin – og helst fríggjadagin við.
Ikki fyrr enn leygardagin kann væntast minni vindur.
Her á Norðlýsinum fylgja vit við….



