Ferðafólkini fingu ein hvøkk tá Ternan í nógva vindinum leygardagin brast harðliga í bryggjuna
Ternan hevði trupuleikar at koma inn í havnina í Skopun leygadagin. Nógvur vindur var – og tá Ternan skuldi leggja at bryggju fekk vindur fastartøkur og stoyturin varð harður.
Ferðafólkini vóru ikki sørt kløkk av brestinum og onkur ferðamaður datt, men tó fekk eingin mein.




