Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nøkur orð um Zion KG 364

Óli Olsen

 

Á sinni lænti Anna Sofía í Vági, Klaksvík, búsitandi í Havn, mær viðløgdu myndir. Tær sýna sluppina Zion, tá ið hon í 1920 kom til Aberdeen við saltfiskalast. Pápi hennara, Niels Hjemsten, Niels í Vági, sigldi við skipinum.

Fyrra myndin sýnir Zion á veg inn til Aberdeen. Hon hevði bert seglini á at líta, og tískil hevur sleipibátur gjørt fast. Vit hóma sleipitrossan far frammi.

Seinna myndin sýnir skipið við bryggju í Aberdeen. Jákup Adrian (helst Høj) av Strondum stendur vinstrumegin. Maðurin høgrumegin sigst eisini vera strandingur. Vinstrumegin frammanfyri situr Niels í Vági og høgrumegin Símun Petur Petersen, skipari, úr Syðrugøtu. Maðurin í miðjuni búði í Aberdeen og kom umborð at vitja. Sambært Onnu Sofíu var hann úr Klaksvík, bróðir Martin hjá Grækarisi. Hann flutti til Amerika beint eftir seinna heimsbardaga.

 

 

Zion, ið var dammslupp, var smíðað í 1885 í bretska býnum Harwich. Hon var 82 tons og fekk helst ongantíð motor. Í 1903 keyptu havnarmenn Zion úr Grimsby, og í 1911 keypti Jóhan Johansen, Jóhan í Køkinum, Kunoy, búsitandi í Klaksvík, sluppina og fór at føra hana. Hann legðist sjúkur aftan á vártúrin 1912 og doyði stutt eftir.

Olaf Joensen í Klaksvík, Olaf í Vági, førdi Zion summarið 1912 og keypti hana sama heystið frá einkjuni eftir Jóhan í Køkinum. Í 1922 keypti Kristoffur Ziska, keypmaður í Klaksvík, sluppina og reiddi hana út, til hon varð løgd í 1927. Í 1929 keypti Knud Knudsen í Saltangará skipið at nýta sum hulk – sum goymslu.

Harleyfacadeacryl