Útróðrarbáturin Nólsoyar Páll, sum Norðoya Fornminnasavn eigur, skal gerast í stand til minnis um motorbátarnar av hesum slagnum, sum vóru nógvir í Klaksvík fyrr í tíðini.
Jógvan Ravnsfjall, sigur við Norðlýsið, at báturin liggur nú á Varpinum, men hann skal leggjast aftur á teymin. Ætlanin við pressendingini, ið spent er yvir hann, er at turkað bátin upp, áðrenn farið verður undir arbeiðið. Dekkið er gott, men niðri undir skal garnering og maskinrúm umvælast og eisini skal stýrhús gerast á hann.
Nólsoyar Páll var upprunaliga heimahoyrandi á Skála ( í 1922) og kallaðist tá Karl Juul. Kjølbro leigaði bátin hagani til at føra fisk.
Ein túr teir høvdu verið úti í Svínoy eftir fiski, rendu teir á land á Borðoyarnesi og menninir gingu aftur til Klaksvíkar. Báturin bleiv síðani sleipaður á Klaksvík, og Kjølbro lat nýggjan bát byggja á Stongunum, burturúr restunum av Karl Juul, hetta var í 1927.




