(Úr Norðlýsinum) Bátsformaðurin á 10-mannafarinum Nólsoyar Páll greiðir frá.
KRF fer í 2024 at hava tveir bátar við hjá 10-mannaførum, sum ofta verður mett sum besta deildin í kappróðri.
KRF hevur nærum alla hesa øldina verið millum bestu feløgini í føroysku tjóðarítróttinum. Og tað besta árið hjá felagnum nakrantíð var í 2023, tá KRF vann fimm FM. Og tveir av hesum FM-vinnarum í 2023 fara at kappast í 2024.
Frá Páll Fanga til Nevið Reyða til Nólsoyar Páll
Í fjør vann 8-mannafarið Nevið Reyða FM í stórum stíli. Nevið Reyða vann seks av sjey róðrum. Og árið fyri vann sama manning FM við 6-mannafarinum Páll Fanga. Í 2024 tekur manningin stóru avbjóðingina og bjóðar teimum bestu av hjá 10-mannaførum.
– Vit hava somu manning sum í fjør burtursær frá einum, sum ikki heldur fram. Síðani hava vit fingið ein frá 6-mannafarinum Páll Fanga og tveir frá 8-mannafarinum Gullbrandi. So allir hava royndir, sigur Símun Heinesen, ið er bátsformaður á Nólsoyar Páll.
Báturin hevur vunnið nógv
Nólsoyar Páll er gamli Klaksvíkingur, sum bleiv bygdur í 2002. Hesin báturin var tann, sum vann tey fyrstu FM-heitini hjá felagnum. Í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013.
– Tað verður sagt av fleiri av teimum, sum hava róð við honum, at hann er betri bátur enn nýggi Klaksvíkingur. Hann er meira støðugur í sjónum, hóast hann er nakað tyngri. Hann rullar ikki so nógv og gongur væl í sjónum. Hann er ikki brúktur síðstu árini, men er væl hildin, serliga innan. Nú hava vit pussað hann niður og so fara vit at sproyta hann umaftur. So er hann klárur. So ein fantastiskur bátur. Í mars mánaða fara vit at byrja at venja regluliga í bátinum, sigur bátsformaðurin.
Í sama neysti sum kappingarneytarnir
Hetta verður sostatt heilt serligt ár fyri 10-mannaførini í KRF, sum á fyrsta sinni fer at hava tveir bátar við.
– Vit hava roynt tað einaferð fyrr, tá tað var við dreingjum, har Fípan Fagra og Sævarmoy kappaðust. Nú er tað 10-mannafør, og tað er stuttligt og sera spennandi. Tí hetta er fyrstu ferð, sum vit vita um, at tvey 10-mannafør eru frá sama felag. Báðar manningarnar eru líka spentar, so tað lovar gott. Tá vit venja í vetur á rógvimaskinum, so er tað soleiðis, at tá teir eru lidnir at venja, so byrja vit, so vit møtast nógv í neystinum.
– Vit fara við fyri at vinna og einki annað, sigur Símun Heinesen at enda.



