Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald

Oliver Joensen

Stórur dagur var á Gamla Seglhúsi í dag. Bókin um Nólsoyar Páll við titlinum, sum omanfyri var løgd fyri almenningin.

Kreativu fólkini á Gamla Seglhúsinum hava staði fyri kreativa partinum og hava havt ábyrgdina av prentingini. Rithøvundurin sjálvur, Óli Olsen, ið eisini er úr leikum tikin, sum fyrilestrarhaldari, bergtók við síni framløgu.

Áhugin hevur verið sera stórur fyri hesum bókaverki hjá Óla Olsen, tað boðaði stóra uppmøtingin á Gamla Seglhúsi frá í dag.

Tað var annars Símun Gullaksen, sum beyð vælkomin og okkara høgt metti sangari, tónaskald og yrkjari, Hanus G. Johansen legði fyri við trimum sangum.

Eftir at Óli var liðugur við sína framløgu, var høvi til spurningar, har ymiskt var uppi og vendi, síðani kundi bókin keypast signerað og aftaná var høvi til prát og ábit.