Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nólsoyingurin við lítlum royndum

Jákup Ósá

10-mannafarið Nólsoyingurin er fimta 10-mannafarið, sum alment boðar frá, at báturin er mannaður til kappingina í ár.

10-mannafarið Nólsoyingurin er fimta 10-mannafarið, sum alment boðar frá, at báturin er mannaður til kappingina í ár.

Tað sær út til at blíva eitt gott kappróðrarár fyri 10-mannaførini skilt á tann hátt, at bátarnir eru fleiri enn ofta sæð hesi seinnu árini. Nú kunnu vit staðfesta, at Nólsoyingurin legst afturat Klaksvíkingi, Drekanum Reyða, Orminum Langa og Havnarbátinum.

Fleiri rógva fyrstu ferð

Magnus I. Holm er ein av undangongumonnunum umborð á Nólsoyingi. Hann sigur, at talan er um eina óroynda manning.

– Bara fýra av manningini hava róð áður. Hetta var fyri 6-7 árum síðani, tá hesir róðu við antin Nólsoyingi ella Ørvi. Vit byrjaðu at renna áðrenn jól. Síðani fyrst í januar hava vit vant í neystinum hjá Argja Róðrarfelag, sigur Magnus I. Holm við Norðlýsið.

Hann sigur, at teir mugu vera realistiskir og tí ikki seta sum mál at vinna í ár.

– Vit eru realistiskir og vænta ikki at vinna hetta fyrsta árið. Vit síggja hetta heldur sum eina íløgu, har vit ætla at kappast um 1. plássið kanska longu komandi ár. Sum nú er, so er málið ikki at enda aftast, sigur Magnus I. Holm, sum væntar at Klaksvíkingur og Drekin Reyði fara at stríðast um fremsta plássið, hóast hann vónar at tað vera so nógvir sum gjørligt.

Sostatt er greitt, at minst fimm 10-mannafør luttaka í FM kappingini í ár:

Klaksvíkingur (Les grein um hann her)

Drekin Reyði (Les grein um hann her)

Ormurin Langi (Les grein um hann her)

Havnarbáturin (Les grein um hann her)

Nólsoyingur (Les grein um hann omanfyri)

So er spurningurin um vit fáa enn fleiri bátar at síggja. Bátar sum Eysturoyingur, Vestmenningur og Suðuroyingur hava luttikið seinnu árini og kundu verið bátar, sum møguliga leggjast afturat.