Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðan í Gundadali er OK

Hanus Kjølbro

Ættin er eysturhallur norðan í morgun. Vindferðin fyri landið er 8 til 13 m/s. Ættin fer í dag ógvuliga spakuliga at flyta seg til beinan norðan.

Lotið kennist kalt. Tað eru um 3-4 stig við mátistøðirnar hjá Landsverki, men kalda lotið fær tað at kennast eini 2 stig kaldari.

Luftin stavar frá leiðunum kring sjálvan Norðpólin. 

Skýloftið hevur verið ógvuliga skiftandi í Norðoyggjum í morgun – sólglottar og kavaæl hvørt um annað. Seinnapartin fer at vera longri ímillum ælini.

Soo.. meðan dystur er í Havn í kvøld ímillum HB og KÍ, fer ættin at vera beinur norðan – hetta er ein góð ætt í Gundadali, so hasir umleið 10 m/s fara ikki at órógva dystin nakað serligt í kvøld.

Tað eru sólglottar í morgun, og teir kunnu væntast í kvøld eisini.

Hitin fer at liggja um 3-4 stig.

So er eftir at ynskja øll um ein góðan dyst, og koyr á KÍ!