Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðan við til Kópakonuna

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Norðan er prýðiligur bátur ella sluppungi, sum Grímur Lassen eigur. Norðan er eisini ein av stóru ímyndunum, sum Amariel Norðoy aloftast hevur við í listaverkum sínum.

Tá ið Kópakonan skuldi avdúkast í Mikladali í gjár, var tað ikki meir enn rímiligt at sigla norður, helt Grímur fyri. Hann og onkur av børnum og abbabørnum hansara fóru norður við Norðan.

Men tá ið tað var høgætt og nakað av vindi hevði verið dagin fyri, var ikki heilt kyrt við lendingina í Mikladali. Norðan sigldi tætt inn móti fjøruni og helt so út frá aftur, so til bar at sigla uppá spring.

Fólk kom til ella fóru á støð, sum sagt varð, kanska einamest tá ið Barsko ella Polaris sigldu her í gomlum døgum. Men við skilamonnum á landi og sama umborð, komu øll ferðafólkini trygt í land á lendingini í Mikladali – teir dugdu væl at passa sær løgir og alt gekk hóvlig og róliga fyri seg við góðum sjómannskapi og góðum monnum á landi.

Hetta var eitt deiligt óvæntað íkast í skránna undir hátíðarhaldinum fyri Kópakonuni, sum minti um eina farna tíð og undir hvørjum umstøðum henda bygdin og aðrar við fyrr hava livað, tá ið ferðasambandið ikki var so gott, sum nú.