Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðborg á Fuglafirði í dag

Oliver Joensen

Teir fóru á Íslandsmiðini 3. november og hava eftir 12 dagar til fiskiskap 900 tons av sildafløkum. 450 tons av rundfrystari sild, 290 tons av mjøli og 200 kubik av lýsi. Lýsið leggja teir upp á Fuglafirði í dag.

Jón Rasmussen, skipari letur væl at sildini, tó vóru hálini eitt sindur misjøvn, eitt sindur smærri sild í onkrum háli, men sum heild ein góður túrur. Ætlanin er at fara avstað aftur á miðdegi í morgin.

Christian í Grótinum fór eisini av Klaksvík 3/11. Teir hava hesa tíðina gjørt tveir túrar við fullari last umleið 2.100 tons hvørja ferð.