Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðborg á nýggjan túr í morgun

Oliver Joensen

Í gjár lá Norðborg í Norðhavnini og legði upp veiðuna frá seinasta túri. Jón Rasmussen, skipari sigur, at teir royndu vestanfyri við Føroya Banka, sunnanfyri ímóti markinum og eystanfyri. Vit reikaðu nakað, orsøkin var, at svartkjafturin var nakað smáfallandi. Eitt stórt øki eystanfyri er friðað, tí har var svartkjafturin smáur og eg vænti at teir fara at friða enn meira har eysturi.

Frægast var hjá okkum suður eysturi av Føroya Banka.

Hendan túrin høvdu vit góð 1300 tons av svartkjafti, 13 tons av makreli og um 230 tons av mjøli.

Í morgun fór Norðborg sum sagt aftur til fiskiskap, teir fóru vestur eftir at royna, segði Jón Rasmussen, skipari.

Vit spurdu eisini Poul Huus, Sólstein, sum stendur fyri søluni av svartkjaftinum hjá Norðborg. Hann sigur, at svartkjafturin fer eystureftir, til Ruslands og Kina. Hetta er heilfrystur svartkjaftur, sum russar fyri tað mesta turka og verður svartkjafturin mest nýttur til at kóka til súpanarbót og annað. Men russar nýta eisini svartkjaft, turkaðan sum snacs og eta hann sum vit afturvið vodka til fest.

Kinesarar gera nakað tað sama, tó verður svartkjafturin brúktur meira fjølbroytt hjá teimum, har teir eisini skera hann til flak og brúka hann soleiðis í matgerð.

Í løtuni liggur prísurin um 3,25 fyri kilo. Við hvørt útflyta vit eisini svartkjaftin avhøvdaðan, men tað veldst um prísin, sigur Pól Huus at enda.