Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg á veg aftur til fiskiskap

John William Joensen

Í seinastu viku var Norðborg til umvalingar á skipasmiðjuni Båtbygg AS í Måløy

Skipasmiðjan Båtbygg AS liggur í Måløy miðskeiðis millum Ålesund og Bergen.
Frá reiðarríðinum hjá Norðborg verður sagt at skipið hevur skift skrúðu og "dysu" umframt at annða viðlíkahaldsarbeiði er gjørt.
Tá vit tosaðu við reiðarríði mánadagin varð sagt at skipið var á veg aftur til fiskiskap og var vantandi frammi á fiskileið seinrapartin.
Kristian Martin Rasmussen er skipari og fer Norðborg at royna eftir Makreli ella Svartkjafti vestan fyri Írland.