Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðborg inn við fullari last

Jóhann Lützen

Teir hava 1300 tons av rundfrystum svartkjafti og hava roynt suður móti ES markinum

Vit fingu fatur á Hans Klakstein, sum er 1. stýrimaður á Norðborg. Teir sigla inn og sum myndirnar vísa eru offiserarnir ikki undantiknir reingerðarpliktunum umborð.

– Tað hevur viðrað illa hendan túrin, ein sera bóltutur túrur, men hetta er januar, sigur Hans Klakstein.

Vit hava roynt á Munkagrunninum suður móti ES markinum og vit verða lidnir at framleiða um einar átta tímar, sigur Hans at enda. 

Í skrivandi løtu eru teir ein tíma suður úr Suðuroynni. 

Myndirnar eigur Norðborg.