Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, sigur, at teir liggja norðanfyri ímorgun og vaska umborð, áðrenn teir fara at sigla inn, teir vænta at vera inni í Ánunum, um 10 tíðina í kvøld við fullum skipi.
Tað hevur gingið ógvuliga væl at fylla skipið hendan túrin, sigur Jón Rasmussen, skipari. Vit hava fiska í 11 dagar og hava nú fulla last. Vit fara fyrst á Fuglafjørð at landa lýsið og mjølið, sum vit hava framleitt og síðani verður farið í Norðhavnina at leggja tað frysta upp.
Norðborg hevur 1241 tons av sild og makreli í lastini, ávikavist 435 tons av sildafløkum og 806 tons av makreli. Harafturat hava teir 190 tons av mjøli og um 250 tons av lýsi.




