Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg landar í morgun

Danial Viðoy

Norðborg kom í Ánirnar til arbeiðstíð í morgun. Teir hava 1.330 tons av frystari lodnu og 300 tons av mjøli. Mjølið er frá fyrra túrinum eisini. Alt verður landað í Ánunum.

Norðborg kom í Ánirnar til arbeiðstíð í morgun. Teir hava 1.330 tons av frystari lodnu og 300 tons av mjøli. Mjølið er frá fyrra túrinum eisini. Alt verður landað í Ánunum.

Tað hevur lotað eitt sindur á túrinum til Føroyar.

Norðborg hevur gjørt tveir lodnutúrar. Fyrra túrin landaðu teir í Vestmannaoyggjunum, tað frysta fór beint umborð á eitt frystiskip, ímeðan mjølið varð lagt upp á goymslu í Oyggjunum. Teir hava so verið aftur í Vestmannaoyggjunum eftir mjølinum frá fyrra túrinum.

Norðborg hevur nú fiskað alla lodnukvotuna, tað hevur hitt skipið hjá felagnum eisini. Christian í Grótinum hevur fiskað 3.000 tons av lodnu og hevur landað alt í Íslandi.

Ymisk smáarbeiðir verða nú gjørd umborð á Norðborg. Tá loyst verður aftur verður farið á svartkjaftaveiðu.

Hetta veit joanisnielsen.fo at siga í morgun.