Í Norðhavnini liggja Norðborg og ein russiskur trolari og leggja veiðuna upp.
Teir byrjaður tíðliga í morgun at landa, og hevur Norðborg um 1300 tons av heilfrystari sild og makreli – eisini leggja teir nakað av mjøl og lýsi upp.
Russiski trolarin skal leggja upp um 500 tons av kongafiski.
Sum skilst fer Norðborg av stað aftur beina leið eftir at liðugt er at landa – seint í kvøld.








