Sunnudagin 28. august vóru 150 ár liðin, síðani fyrstu fólkini settu seg niður í Norðdepli og bygdin varð stovnað. Í hesum sambandi varð stórt føðingardagshald hildið fyri bygdini.
Hvannasunds kommuna tók avgerð um, at 150 ára dagurin skuldi haldast og hevur saman við øðrum fyrireikarum arbeitt fram móti hesum degi í fleiri mánaðir. Nógv er gjørt og fyrireikað til haldið, og bygdin er fríðkað á komunalu og privatu økjunum á ymsan hátt og við asfalti, máling og plantum. Eitt torg er gjørt við keiina mitt í bygdini, har grót er lagað og lagt í skráningin frá vegnum oman til torgið, har minnisvarði bleiv reistur á sjálvum 150 ára føðingardegnum.
Eins og Norðlýsið fyri 50 árum síðani skrivaði um veldiga blíðskapin á 100 ára føðingardagshaldinum hjá Norðdepli, kann sigast, at blíðskapurin í bygdini var ikki minni veldigur nú til 150 ára haldið.
Nógvir gestir vóru og vitjaðu í Norðdepli í vikuskiftinum og gøturnar vóru fyltar við gestum og bygdafólki. Veðrið var av tí allar besta og gjørdi sítt til, at føðingardagurin hepnaðist avbera væl, so fólk veruliga kundu njóta bygdina og tiltøkini á skránni.
Skráin var rúgvismikil og áhugaverd, og okkurt var til øll at fara til.
Skráin byrjaði hósdagin kl 17.00 við gomlum barnaspølum á torginum mitt í bygdini. Skráin helt fram í Skúlanum á Fossánesi, har áhugaverda bókin hjá Snorra BrendHetta er okkara bygdvar løgd fram og samtíðar og søgufilmurin hjá Zacharias HammerNorðdepil, heimstaður okkara í 150 árvar frumsýndur. Til hesa stóru løtuna, sang nýstovnaða kórið sangir, sum Mary Hansen og Jóhan Christiansen, sáli hava yrkt um heimstaðin.
Høllin var stúgvandi full av fólki, eini 300 gestir vóru til hesa løtuna, har eisini drekkamuður var aftaná og til bar at hyggja at myndaframsýningini, sum varð uppsett í skúlanum til føðingardagin og var opin allar dagarnar.
Fríggjadagin var eisini nógv at fara til, m.a. barnaspøl, gongutúr við Pól Sundskarð ella fyrilestur við Helga Jacobsen um hvalastøðina á Kópagørðum, ella á konsert um kvøldið, har Guitarfriends spældu fyri fjøldini í góða sísummarveðrinum. Umstøðurnar til konsert vóru góðar og í góða veðrinum var túnið fult av fólki, sum lýddi á tónleikin, sum rungaði um alla bygdina.
Rúgvismikla skráin var tó leygardagin og sunnudagin. Hóast stórdysturin millum KÍ og Víking varð spældur leygardagin, og nógv fólk fóru til dystin, so var als ikki tómt í bygdini. Her var nógv fólk og nógv á skránni, sum byrjaði longu kl 10 við morgunmati, har øll vóru vælkomin.
Kl. 12 var hildið fram við stórum tiltaki fyri børnini, har Bubu vitjaði og Rakul Ró sang. Síðan var rennikapping, sum Treystið skipaði fyri.
Nógv fólk var komið at fylgja við í kappróðrinum Ódnartak. Tað vóru yvir 30 bátar tilmeldaðir, og spenningurin var stórurkanska serliga tí, at bygdirnar báðar hava nógv gott róðrarfólk við í róðrinum. Umstøðurnar at rógva kapp í Hvannasundi eru góðar, so hetta er kanska eitt afturvendandi tiltak.
Aftaná Ódnartak var togtogan um sundið á byrgingini. Togtoganin var ímillum norðdepilsfólk og sundafólk, og her stóð nógv á og fólk spentu seg fult út. Spenningurin var stórur, og norðdepilsfólk vóru sterkari og vunnu bæði hjá børnum og vaksnum.
Frásøguleikurin Sjóvevur við Eyð Matras um Ainu Cederblom var á skránni bæði leygardagin og sunnudagin, tá bæði børn, ung og eldri sótu rúnabundin á bønum og Reynatrappuni og lýddu á áhugaverdu søguna, um kvinnuna, sum einsamøll sigldi frá Svøríki til Føroyar og kom á land í Norðdepli.
Føðingardagurin bjóðaði bæði til tónleik og dans. Fríggjakvøldið var góð konsert við dugnaligum, lokalum, ungum tónleikarum, og leygarkvøldið var hugnalig sangframførsla, har eisini lokalar røddir sungu. Her eru nógvar góðar sang- og tónleikakreftir í bygdunum um sundið, sum hugna og fjálga um bygdirnar. Leygarkvøldið var føroyskur dansur, og aftaná stóra og flotta fýrverkið á midnátt leygarkvøldið, var bryggjudansur, har fleiri fólk hugnaðu sær við einum svingom í tjaldinum.
Nógv nýttu høvið at vitja gomlu søguligu húsini í Depli, sum Norðoya Fornminnasavn eigur og gomlu húsini hjá Jóannesi fyri Handan mitt í bygdini, sum Rólvur Sivertsen eigur. Áhugaverda motorsavnið í bygdini heldur til í gamla skúlanum í Norðdepli – Universitetinum í Norðdepli – og varð hetta eisini væl vitjað eins og atelierið hjá Livar Nysted í Hvannasundi, har møguleiki var at ogna sær ein málning ella tveir.
Um ein vildi royna alt gott úr havinum, so var møguleiki at vitja hjá Viljanum – Magna Garðalíð, sum hevði stóra buffé við fjølbroyttum fiskamati í tjaldinum á keiini. Eitt avbera gott borð við alskins góðum frá havinum.
Sunnudagin helt skráin fram, har breyðbróting var í Hermon og familjugudstænasta í Hvannasunds kirkju.
Tann heilt stóra løtan í føðingardagshaldinum var sunnudagin kl. 14, tá fólkafundur varð hildin á torginum, fyri at avdúka minnisvarðan, sum varð reistur um fyrstu niðursetufólkini og fyrstu húsini í Norðdepli. Her vóru røður hildnar, og kórið, sum er stovnað til høvið, sang. Tað var Malena Sivertsen, eftirkomari av fyrstu niðursetufólkunum, sum avdúkaði minnisvarðan.
Afturat øllum, sum hendi í vikuskiftinum, so var grindaboð tvær ferðir í Hvannasundi undir føðingardagshaldinum. Tað byrjaði við grindaboðum fríggjamorgunin og endaði við grindaboðum sunnukvøldið.
Tað hevur verið ómetaliga hugnaligt at vitja bygdina hesar dagar og sæð alt, sum fólk hava fyrireikað og gjørt til stóra dagin. Fólk hava hugnað sær saman og tosa við kenningar, sum tey ikki hava sæð í áravís.
Fólk, ið á ein og annan hátt hava tilknýti til bygdina hava leitað sær til føðingardagshaldið, og tað hevur verið stuttligt at hitt hvønn annan og tosa um gamlar dagar og góð gomul minnir.
Gestablídnið var stórt í bygdini, og øll heimini stóðu opin fyri gestum, har okkurt gott var á borðinum, og fólk gingu hús úr húsi og heilsaðu uppá gamlar kenningar, familju og vinir.
Hjartaliga til lukku við 150 ára degnum og takk fyri eitt minniligt og gott føðingardagshald.
Nakrar myndir frá hátíðarhaldinum, sum vísa bert ein brotpart av tí sum fór fram:




