Tey frá Norðhús gjørdu ikki mætari enn at vinna allar dystirnar
Mjølnir skipaði fyri Firmakapping seinasta vikuskifti. 5 lið meldaðu til, tey vóru
- Norðhús
- Føroya Bjór
- Baldursbrá
- KSS
- Klaksvíkar Sjúkrahús
Liðini hugnaðu sær óført, øll leiktu móti hvørjum øðrum, tað merkti at øll fingu 4 dystir, so starvsfólkini vóru móð eftir kappingina.
Norðhús endurvann kappingina. Stjórin á Norðhús, Hjalti Josephsen minnast vit sum ein framúr miðjumann hjá Mjølnir og Páll Heðin í Grund er miðjumaður á dagsins Mjølnir liði. Har vóru eisini onnur góð fólk á liðnum, eitt nú Katrina Akursmørk, sum hevur leikt við meistaradeildini hjá kvinnum fyri nøkrum árum síðan.
Men Norðhús fekk góða kapping, einamest frá KSS, har nógvir ungir fimir mans leiktu. Teir pressaðu Norðhús væl, men máttu lúta at enda.
Norðhús streyk avstað við góða vinninginum, fryst flak frá Sjurðarberg. Kappingin byrjaði kl 10 við felags upphiting og seinasti bóltur varð servaður um 13 tíðina.







