Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðhús farið í søguna

John William Joensen

Virksemið er steðga og Ingi Højgaard advokatur er settur fyribils at umsita búgvi.

Virksemið er steðga og Ingi Højgaard advokatur er settur fyribils at umsita búgvi.

Hjalti Josephsen, sum er annar av stjórunum í Norðhús váttar at felagið í seinastu viku var sent í skiftirættin.

Seinastu tvey árini høvdu vit ikki nóg nógv arbeiði til at fíggja skuldina og tí megnaðu vit ikki longur at hava felagið koyrandi. Nakrir av monnunum arbeiða í NH Betong og NH Grevstur og aðrir hava fingið annað arbeiði, sigur Hjalti Josephsen í stuttari viðmerking.

NH grevstur er felag sum eigur maskinur og bilar hjá Norðhús og í heyst stovnaðu stjórarnir í Norðhús NH Betong hvørs endamál er at reka entreprenørvirksemi, serliga innan betongframleiðslu og -sølu og annað virksemi í hesum sambandi, sum tað stendur í viðtøkunum. Hetta nýggja felagið stendur fyri arbeiðinum at útbyggja skúlan á Viðareiði.

Baði stjórin í Norðhús og advokaturin Ingi Højgaard sum fyribils er settur at umsita búgvi eftir Norðhús vátta at hvørki virksemið í NH grevstur ella NH betong eru ávirka av at Norðhús eru farin á húsagang.

Sambært roknskapinum hjá Norðhús fyri 2010 var samlaða skuldin í felagnum omanfyri 20 mió. kr..