Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðhús keypt J+H Betong

Jóhann Lützen

Keypið er ein liður í at menna Norðhús enn meira, sigur Hjalti Josephsen stjóri í Norðhús við Norðlýsið

Norðhús hevur keypt partapeningin í J+H Betong og virksemi fer at halda fram sum áður, við somu góðu tænastu til kundar okkara.

J+H Betong er ein sokallað betong blandistøð. Starvsfólkini eru ein blandingsmeistari og tveir útkoyrarar, sum allir halda fram í starvinum, upplýsir Hjalti. 

J+H Betong er veitari av betongi til øll endamál og kann veita váttan um brotstyrkina í betonginum, sigur Hjalti. 

Við blandistøðini kunnu vit nú veita betong til allar okkara kundar, umframt okkum sjálvar, sigur Hjalti við Norðlýsið at enda.