Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðhús vann firmakappingina

Jóhann Lützen

Stór smíl og lívsjáttandi látur vóru eyðkennini fyri firmakappingina sum Mjølnir skipaði fyri í Badmintonhøllini í gjár

Tey sum meldaðu lið til vóru:

  • Føroyar Bjór
  • Mowi
  • Norðhús
  • Norðoya Sparikassi
  • Á Skúlatrøð
  • Kjølbro Heilsøla
  • Fullpower
  • Klaksvíkar Sjúkrahús
  • JFK

 

Øll liðini møttu stundilsliga kl 10 og síðani varð felags upphiting á skrá, sum høvuðsvenjarin hjá Mjølnir Cristian Imhoff tók sær av. Onkur helt fyri tá upphitingin var liðug, at hetta var ríkiligt fyri viðkomandi. Síðani dystarupphiting og kappingin í gongd. 

Starvsfólkini á Skúlatrøð og Norðhús leiktu seg í finaluna, sum varð leikt á langbana. Áðrenn tað høvdu øll kempa fyri sínum kjansi. Norðhús vann finaluna og kunnu tí gleða seg til góða máltíð frá kaffistovuni Fríðu, umframt at tey sleppa á konsert hjá FríðuTónar. 

Upphitingin mundu verða nakað góð, tí vit frætta frá skaðastovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag, at ongin kom á gátt eftir kappingina ígjár. 

Harleyfacadeacryl