Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðingur bjóðar Klaksvíkingi av

Jákup Ósá

Um 17 dagar byrjar kappingarárið í kappróðri.

Fyri norðoyingar verður talan um eitt serligt kappingarár. Tí hjá 10-mannaførum verða tveir bátar við úr Norðoyggjum, sum báðir hava vant leingi og seriøst fram móti kappingarárinum. Tað er ikki hent áður í nýggjari tíð. Hjá Klaksvíkingi er talan um somu manning, sum vann allar róðrarnar í fjør, tó við tveimum broytingum. Norðingur er mannaður við rógvarum, sum í fjør vunnu FM við Sundabátinum umframt øðrum, har fleiri hava royndir frá 10-mannaførum. Fýra av rógvarunum hava áður róð við Klaksvíkingi, harav tríggir í 2018, tá Klaksvíkingur endaði á 2. plássi og vann eina stevnu og ein í 2012 og 2013, tá Klaksvíkingur vann FM og nærum allar róðrarnar.

3-2 hjá KVF hevur vitjað Norðing og Klaksvíking. Sí video av tí HER Í Norðoystevnublaðnum fer Norðlýsið at gera meira burturúr kappróðrinum og ikki minst hesum báðum manningunum.

Umframt hesar báðar, so eru Havnarbáturin og Eysturoyingur eisini við.