Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðingur og Sundabáturin eru við í ár frá NHR

Jákup Ósá

Kappróðurin í NHR hevur tað gott, tí frá byrjan í ár eru bæði 10-mannafarið Norðingur og 6-mannafarið Sundabáturin við.

Norðdepil og Hvannasund eru kappróðrarbygdir. 10-mannafarið Norðingur gjørdi um seg fyri nógvum árum síðani og so aftur hesi bæði síðstu árini, meðan Sundabáturin hevur vunnið nógv í hesi øldini. Í ár luttekur NHR við Norðingi og Sundabátinum frá byrjan.

 


Sundabáturin við frá byrjan

Í fjør var Sundabáturin við á nøkrum stevnum. Í ár er hann við frá byrjan og hevur luttikið í ódnartøkum. Har gekk tað væl og samlað endaði Sundabáturin á deildum 2. plássi av 10 bátum. (og ikki 3. plássi, sum vit skrivaðu í blaðnum).

 


Norðingur hevur tríggjar broytingar

Norðingur luttók á fyrsta sinni í nýggjari tíð í 2022. Tá eydnaðist at vinna á norðoyastevnu móti meistarunum Klaksvíkingi. Í 2023 fekk Norðingur nýggjan bát, sum bleiv klárur til Norðoyastevnu. Í 2023 vann Norðingur tveir FM-róðrar, á jóansøku og varmakeldu. Í ár eru tríggjar broytingar í manningini til fyrstu róðrarnar, meðan ein broyting verður eftir triðju stevnu, har ein av manningini í 2023 og 2022 kemur við aftur.

Til ódnartøkini byrjaði Norðingur við at kappast við Klaksvíking um 2. plássið aftanfyri Nólsoyar Páll. Til síðstu ódnartøkini endaði Norðingur aftanfyri Nólsoyar Páll, tá bara hesir báðir bátarnir luttóku, men munurin minkaði nú niður í næstan einki allar tríggjar riðlarnar.