Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðingur vann á Klaksvíkingi til ódnartøk

Jákup Ósá

Norðingur er betri fyri enn Klaksvíkingur á stuttum teini nú tvær vikur undan Norðoyastevnu.

Í dag vóru ódnartøk í Norðragøtu. Hetta eru kapping, har róð verður tríggjar ferðir 140 metrar. Hjá 10-mannaførum vann Norðingur, sum róði við Eysturoyingi, tí nýggi Norðingur ikki er klárur, allar tríggjar róðrarnar móti Klaksvíkingi.

Klaksvíkingur vann seks av sjey róðrum í fjør. Norðingur vann tað fyrstu stevnuna, á Norðoyastevnu í Klaksvík.