Mánadagin 26/1 skrivaðu umboð fyri Nordjysk Lift og Bilrøkt undir eina samstarvsavtalu, sum inniber at Bilrøkt keypir Scania flutningsbilin frá NL, og samstundis yvirtekur allan flutning fyri NL.
Mánadagin 26/1 skrivaðu umboð fyri Nordjysk Lift og Bilrøkt undir eina samstarvsavtalu, sum inniber at Bilrøkt keypir Scania flutningsbilin frá NL, og samstundis yvirtekur allan flutning fyri NL.
Eyðun Egholm frá NL sigur í stuttari viðmerking, at NL og Bilrøkt nú í nógv ár hava havt eitt tætt og gott samstarv, og er glaður fyri avtaluna sum nú er gjørd.
Heini á Borg frá Bilrøkt, er sum Eyðun, glaður fyri avtaluna, sum nú ger at Bilrøkt verður enn betri og flexiblari enn teir hava verið, og í síðsta enda verður tað kundin sum fær ágóðan av hesum, hettar tí at Bilrøkt nú í framtíðini fer at hava 4 flutningsbilar sum koyra og svara alt samdøgrið.
Mynd: Eyðun Egholm frá NL og Hugo Joensen frá Bilrøkt




