Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið á broyttari kós?

Oliver Joensen

Síðani stjórin áNorðlýsinum legði frá sær av heilsuligum orsøkum, hevur sjálvandi nógv verið athugsa um hjá okkum, ið eiga og varða av Norðlýsinum.

Møguleikarnirhava verið fleiri, hugsað hevur verið um at seta nýggjan stjóra, eisini hevurtað verið frammi, at selja fyritøkuna og áhugi er hjá keyparum. Hóast vitongantíð eru farin inn í samráðingar um sølu, so hava vit fingið fleirifyrispurningar.

Tað er núeinaferð so, at vit, sum eiga Spf. Norðlýsið eru komin væl til árs, og farasjálvandi ikki at halda áfram í nógv ár afturat, so at selja felagið ersjálvandi ein møguleiki. Men tann møguleikan hava vit so ikki gjørt nakað viðenn, men hava hinvegin valt eina kós fyri framtíðina.

Vit hava fingiðein starvsfelaga afturat okkum, sum helst fer at lata upp fyri menning avblaðnum, heimasíðuni og sendingunum hjá Norðlýsinum í loftmiðlinum R7.

Ikki bert tað.Ein táttur, sum vit hava nortið við, er eisini streaming.

Norðlýsið hevureina góða heimasíðu, ið er sera nógv vitjað. Hetta er ein sterkur miðil, iðáhugað vitja inn á 24 tímar um samdøgrið og her hava vit ætlanir um at mennastreamingina.

Á 100 ára degnumfekk blaðið eina peningagávu frá Klaksvíkar Býráð. Vit avgjørdu tá, at hesinpeningurin ikki skuldi fara í “stórapott”, menn skuldi nýtast til menning áhesum økinum, og tað hava vit longu gjørt partvís, men enn er nakað á mál, tórokna vit ikki við at tað fer at ganga so long tíð til streaming verður einstørri partur av tí sum www.nordlysið.fokann bjóða viðskiftafólki okkara meira regluliga.

Við setanini avnýggjum fólki á redaktiónini, er ætlanin at eisini prentaða blaðið skal mennastog her verður eisini hugsað um, at Norðoyggjar og Eysturoyggin nú eru sum eittøki. Í øllum førum er arbeiðsmarknaðurin báðumegin Leirvíksfjørð smeltaðursaman á tann hátt, at hópur av norðoyingum pendlar inn í Eysturoynna hvønnmorgun, og tað sama gera eysturoyingar, teir eri nógvir, sum pendla til Klaksvíkarog Norðoyggjar til arbeiðis.

Einki er tínatúrligari enn, at vit gera eina roynd at vera meira í Eysturoynni, enn vithava gjørt higartil.

Men sum altíð, soverður fari hóðliga fram. Viðskiftafólk okkara fara at síggja broytingarframyvir, men tað verður ikki frá degi til dags.

Vit áredaktiónini er fegin um at hava fingið Helga Abrahmsen til arbeiðis her. Nú erso at vóna at hann fer at trívast, tí vit ivast onga løtu í, at møguleikarnireru nógvir fyri menning av fyritøkuni.

Norðlýsið broytir ikki kós, vit vera framhaldandi ein lokalmiðil fyri Norðoyggjar, men hinvegin fara vit at fylgja broytingunum í samfelagnum og fara at vera títtari at síggja hinumegin Leirvíksfjørð.