Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið á fjakkaraferð í Suðuramerika 2. partur

Norðlýsið

Hetta er 2. partur í røðini av ferðafrásøgnum frá okkara fjakkaraferð í Suðuramerika. Í hesum partinum greiða vit tykkum frá tíðini í Uruguay.

Tað ber til at sigla til Colonia í Uruguay og síðani koyra til høvuðsstaðin, Montevideo, upp á einans 5 tímar. Hetta avgjørdu vit at gera. Vit mundu tó ikki sloppið avstað. Vit vistu ikki av, at fyri at sleppa úr Argentina, er eitt “fráferðarskjal” kravt. Hendan morgunin klokkan 7.00 riggaði “imigratións”heimasíðan hjá Argentina ikki, og fingu vit sostatt ikki fylt hetta skjalið út. 

15 minuttir áðrenn fráferð, valdu fólkini handan diskin at lova okkum við hóast alt, so tað var heilt framúr.

Á busstúrinum frá Colonia til Montevideo fingu vit eina kenslu av, at hetta landið var meira tilafturskomið enn Argentina. Men so var ikki. Høvuðsstaðurin er sera vakur og fólkini eru væl betri ílatin enn í Buenos Aires. Vit funnu eisini útav, at tað er minni kriminalitetur og fátækradømi í landinum.

Tíðin í Uruguay fór við at spáka eftir La Rambla, ið er longsta gongubreytin í heiminum. Hon er yvir 22,2 km long. Hendan “promenadan” var sera hugnalig at ganga eftir og tað vóru fleiri strendur, ið lógu uppat henni. Vit sóu eisini sólina seta í havið. Hetta var sera vakurt.

Seinasta dagin í Uruguay vitjaðu vit Plaza Independencia. Ein stórsligin standmynd av tjóðarhetjuni, José Gervasio Artigas, stendur mitt á plássinum. Hann er á hestabaki. Artigas stríddist fyri frælsinum hjá sínum landsmonnum. Undir standmyndini var hansara “mausoleum” (gravtempul). Tað var eitt stórt rúm við søguni hjá hesum manni stoyptari inn í betongveggirnar. Mitt í rúminum var ein vøkur krukka við hansara líki í. Henni tordi mann tó ikki at nærkast, av tí at tveir hábærsligir hermenn stóðu hvørjumegin krukkuna við riflu í hond.

Vit vitjaðu eisini Teatro Solis, ið er elsti leikpallurin í Suðuramerika og tann týdningarmesti í Uruguay. Hesin seinasti dagurin endaði við einum gongutúri ígjøgnum gamla hugtakandi býarpartin.

Nú gongur leiðin aftur til Buenos Aires, har vit sova í eina nátt, áðrenn vit flúgva til Puerto Iguacu. Puerto Iguacu liggur uppat teimum fantastisku Iguacu fossunum ímillum Argentina og Brasil.

 

Árni Winther Jákupsson

Høgni Brimnes

Dávid Mikkjalsson Thomassen

Harleyfacadeacryl