Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið á fjakkaraferð í Suðuramerika 5. Partur – Mendoza

Árni Winther Jákupsson

Hetta er 5. partur í røðini av ferðafrásagnum frá fjakkaraferð okkara í Suðuramerika. Í hesum partinum greiða vit tykkum frá tíðini í Mendoza í Argentina.

Eins og í Salta, búðu vit í eini íbúð, sum vit høvdu leigað á Airbnb. Vit høvdu eina góða viku í Mendoza og kundu tí fara fleiri útferðir og uppliva býin og økið til fulnar. Mendoza er bæði landsluturin og býurin vit hava vitjað, eins og tað var í Salta.

Stóra parkin, Plaza Independencia, er miðdepilin í vakra býnum. Eitt, ið eyðkennur Mendoza eru rennurnar, ið eru opnar. Tær eru lagaðar við vøkrum gróti. Landsluturin Mendoza framleiðir umleið tveir triðingar av øllum víninum í Argentina. Tað er í Luján de Cuyo og Uco Valley, tveimum býum í Mendoza, at víðagitna Malbec drúvan hevur sínar røtur.

Tveir av okkara døgum fóru við at uppliva vínmentanina, ið Mendoza. Vit vitjaðu Maipú, ið er ein av teimum trimum býunum í Mendoza, sum gera mest vín. Í bakandi sólini súkklaðu vit ímillum fleiri víngarðar.

Tað var sera stuttligt, at blanda róligu vitjanirnar á víngørðunum við at súkkla. Vit súkklaðu, inn á nakrar av vínmarkunum at smakka og eta drúvurnar, vit “gloymdu” at spyrja um tað var loyvt. Vit vitjaðu eisini Luján de Cuyo, tann túrurin var eitt sindur meira skipaður. Vit høvdu ferðaleiðara og vitjaðu tríggjar víngarðar, har tað varð greitt gjølla frá vínframleiðsluni. Vit sluppu eisini at royna fleiri av vínunum, ið garðarnir gjørdu.

Á hesum túrinum møttu vit einum fittum bretskum pari og einum amerikanara. David fór spontant við amerikanaranum á eitt matgerðarskeið, eftir túrin í Lujan de Cuyo.

Vit fóru út at eta, við hesum trimum fólkunum kvøldið eftir víntúrin. Amerikumaðurin bjóðaði døguran og bretska parið bjóðaði at drekka. tá vit fóru á barr, hugnaliga kvøldið bleiv sostatt eisini deiliga bíligt hjá okkum, og kemur eisini væl við.

Hóast tað var sera áhugavert og stuttligt at vitja víngarðar, vildu vit eisini skjóta eitt sindur av adrenalin fyltum upplivingum inn í okkara tíð í Mendoza. Vit fóru millum annað at zip linea millum nakrar fjallatoppar og yvir um eina breiða á, vit river rafta eftir hesi somu ánni. River raftingin var serliga stuttlig, saman við trimum festiligum fólkum frá London, vístu vit Suðuramerikanarunum hvussu væl føroyingar duga at rógva. Ein annan dag fóru vit at ríða á hestabaki í vøkru argentinsku náttúruni. Argentina er nevnliga kent fyri sína Gaucho mentan, ið er lík Cowboy mentanini, ið ávísum pørtum av Suðuramerika. Eftir henda vakra túrin fingu vit lekkurt og autentiskt asado. Asado eru víðagitnu grillveitslurnar, ið serliga eru útbreiddar í Argentina, Kili og Uruguai. Hetta var ein serstakliga minningarrík uppliving.

Eftir at vit høvdu notið fantastiska matin savnaðust vit rundan um eitt bál. Har, undir suðurstjørnunum, sungu vit argentinskar fólkavísur og aðrar sangir, stemningurin var heilt fantastiskur.

Vit valdu eisini at royna at paraglide fyri fyrstu ferð. Tá vit koyrdu eftir smølu brøttu brekkunum niðan á fjallið, bað okkara sjafførur okkum ikki spenna tryggdarbeltið, tí at vit máttu vera førir at leypa út, um nú bilurin ikki megnaði at trekkja. At renna útav fjallasíðuni var sera ræðandi, men kenslan tá landslagið lat seg upp og tú bleiv lyftur uppfrá er torfør at lýsa við orðum. Saman við stórslignu ørnunum sveimaðu vit yvir vakra landslagnum. Tíð var ikki longur til, einastu kenslurnar vóru friðsæla og gleði.

Okkara tíð í Mendoza var heilt fantastisk, og vit viðmæla avgjørt øllum at vitja henda vakra landslutin og býin. Vit siga við hesum ikki bert farvæl við Mendoza, men eisini Argentina. Nú gongur leiðin til Peru, har vit fara at langt inn í Amazonas regnskógin at búgva.