Í samband við at Tryggingarfelagið Føroyar flytur inn í deildina hjá Eik í Klaksvík, fáa vit vitjan av Trygva Poulsen, deildarleiðara hjá Eik kl. 13. Móttøka er í Eik frá kl. 15.00 í dag.
128 flogbóltslið fara at kappast í Klaksvík um vikuskiftið. Í tí sambandi vitjar Berith Vilhelmsen frá Mjølni í R7 rásarúminum kl. 13.30.
Kl. 14.00 hava vit telefonsamrøðu við Preben Hansen í samband við at Lindin heldur sín 17 ára føðingardag leygardagin.
Og til seinast hava John Wiliam Joensen og Helgi Abrahamsen verið í býnum við upptøkutólinum.




