Viðtalur við Magna Garðalíð, av Húsum, Elsu Olsen, leiðara á Kunningarstovuni í Klaksvík og Tummas Lervig, formann í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Vit fara at hava viðtalu við hesi trý frá kl. 13.00 í morgin fríggjadagin og til klokkan 15.00 har á leið. Vit fara at hoyra um Magna Garðalíð og eisini um kommunusamanlegging, Elsa Olsen fer at tosa um jóla virksemið hjá Kunningarstovuni, fyrsta átalið er leygardagin og so heiðursmerkjahandanin nýggjársaftan. Til seinast fara vit at fáa eitt sindur nærri vitan um Tummas Lervig, í hevur sitið eitt langt áramál sum KÍ formaður og sjálvandi um ítróttina.
Vælkomin at lurta eftir R7 í morgin á FM 107.




