Norðlýsið sendir á R7 (FM 107) í dag og nógv áhugavert er á skránni. Gestir verða m.a. Finn Kjølbro um bókina ”Kjølbro”, Jógvan Skorheim borgarstjóri, um júst samtyktu fíggjarætlanina, og í ítróttar teiginum verður fokus sett á hvussu UEFA milliónirnar verða deildar millum feløgini og gestur er Ísak Mikladal, fyrrverandi aðalskrivari í FSF. Harafturat verður ein serligur ”glúpur” har hugt verður eitt sindur skeivt at samfelagnum og kendur klaksvíkingur sigur sína meining.




