Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið á R7

Helgi Abrahamsen

Norðlýsið fer í dag klokkan 13 at senda á R7, og sendingin verður eisini stroymað beinleiðis her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Norðlýsið fer í dag klokkan 13 at senda á R7, og sendingin verður eisini stroymað beinleiðis her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Í sendingini í dag fara vit at tosa við Jógvan við Keldu um søguna hjá Spinnarínum í Klaksvík. Arbeitt verður við eini ætlan um at umvæla bygningin, og fyrireikingarnar eru komnar somikið væl áleiðis, at sjálvar umvælingarnar fara nú í gongd. Men hvør er søgan hjá hesum stóra bygninginum frá 1945?

Vit fara eisini at tosa við Aksel Hansen, nevndarlim í Fiskimannafelagnum, um nýskipan av fiskivinnuni. Fiskimannafelagið hevur júst boðað frá, hvussu felagið sær fyri sær, at ein nýskipan av fiskivinnuni eigur at verða gjørd.

Seinast í sendingini fara vit at tosa við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslim, um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Vertur í dag verður Helgi Abrahamsen.