Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið aftur í hvørt hús týsdagin

Oliver Joensen

Tá vit í oktober mánaða, eftir drúgva umhugsunartíð, avgjørdu at senda Norðlýsið ókeypis í hvørt hús týskvøld, var tíðin fram til jóla ein royndartíð.

Eftirmetingar av týsdagsblaðnum hava gjørt, at vit í hvussu so er ein tíð afturat, ætla at halda áfram við hesi útgávuni, og tí verður fyrsta týsdagsblaðið hjá Norðlýsinum í nýggja árinum nú týsdagin 10. januar.
Hendan útgávan skal sjálvandi síggjast í samanhangi við, at Norðoyatunnilin verður veruleiki, helst í maj mánaða í ár og ætlanin er, at Norðlýsið tá, skal breiða seg meira til Eysturoynna, eisini við fríggjadagsblaðnum.
Tilfar til blaðið týsdagin, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi ímorgin mánadagin.