Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið álopið í vikuskiftinum

John William Joensen

Eftir at blaðmaður á Norðlýsinum hevði skrivað grein um roknskapar- og lønarviðurskiftini hjá vælgerandi felagsskapinum ”Í menniskjum góður tokki” gjørdist Norðlýsið brádliga skotskivað í einum ósømiligum og skitnum álopið.

Eftir at blaðmaður á Norðlýsinum hevði skrivað grein um roknskapar- og lønarviðurskiftini hjá vælgerandi felagsskapinum ”Í menniskjum góður tokki” gjørdist Norðlýsið brádliga skotskivað í einum ósømiligum og skitnum álopið.

Blaðmaðurin, sum skrivaði greinina, var persónliga úthongdur á facebook. Harafturat vóru eisini onnur starvsfólk á Norðlýsinum álopin. Nógvu vitjanirnar endaðu við at Norðlýsið heimasíðan krasjaði.

Norðlýsið er í ferð við at eftirmeta hetta sum fór fram, men her er nakað av tí sum varð skrivað á Sosialu miðlunum í vikuskiftinum:

Jensina Olsen

Huff, sum eg haldi at hetta er ein ljót grein. Hon sigur einki um tað megnararbeiði sum Annlis gjørdi, men fortelur bara eina søgu, um eina kvinnu, sum ljóðar til at vera gramm, óneyv og køld. Tað haldi eg, at vit vita at hon ikki er.

Eiler Fagraklett

Henda greinin hjá Norðlýsinum skal ikki fara óátalað afturvið borðinum…..

Eiler Fagraklett

Um so Annlis fekk 1 mió kr um árið í løn, so var tað eisini væl vert tað! EINGIN og eg meini EINGIN hevur gjørt meira fyri tey veikastu og fátækastu fólkini í Føroyum enn Annlis og Sonja. Í áravís, alt samdøgrið og uttan íhald. Skam fá teg, Helgi Abrahamsen, Norðlýsið og tykkara smáligheit!!!

Hilmar Jan Hansen · Journalist at Sosialurin/Rás2

Tað skal eg svørja uppá, at var Annlis Bjarkhamar sambandskona, høvdu hvørki Helgi ella nakar annar á Norðlýsinum skrivað eitt tað einasta orð av tí, ið omanfyri stendur!

Sjúrður Guðjónsson ·

Hvussu er kenslan, Helgi, nú tú fekk spakan undir Annlis?

Laufey Brynhildardóttir

… Eg standi fullkomuliga spyrjandi um hví Annlis Bjarkhamar verður úthongd í Norðlýsinum,

….At tosa um nakrar fáar túsund, sum Annlis samanlagt hevur fingið í løn…..

….er ein so stór æruspilling at eg vil tala at !

…..At Annlis Bjarkhamar skuldi fáa hetta álop nú tað nærkast til jóla vardi meg ikki….

tað eru fólk her á landi, sum ikki bara ganga í alt for smáum skóm, men sum spilla eldsálir út fyri eitt gott og erligt arbeiði. Skamm fái tykkum …..

Øssur Winthereig

26. November kl. 21.15 · Tórshavn, Streymoy ·

Tað, sum Helgi Abrahamsen hevur skrivað um Annlis Bjarkhamar, er ikki journalistikkur, men rein manipulasjón. Eg havi kannað tað eitt sindur.

At Annlis fekk uml. 446.000 kr um árið er rætt, men tað er ikki rætt, at teir pengarnir fóru av innsavnaða peninginum. Umleið helvtin fór. Hin helvtin av lønini í lønarbólki 30.1 (sum í 2015 var 32.586 kr um mánaðin umframt pensjón 5538 kr – lærarar fáa 17% í pensjón) var goldin av tí almanna, tí starvið var 50% vart. Øll pensjónin var goldin av “Í menniskju góðum tokki”. Soleiðis var tað. Um man heldur, at 32.586 kr um mánaðin er órímiligt ella um man heldur, at eingin løn skuldi verið goldin, er nakað heilt annað, men tín skriving var manipulasjón, og tað styrkir ikki um trúvirðið hjá okkum journalistum. Vóni at tað var sum fyrrverandi løgtingslimur, tú læt teg í manipulasjónshattin. Journalistiskt er tað rætt at seta spurnaðartekin við umsiting av innsavnaðum peningi, men so skal man ikki manipulera við skitnum politiskum motivum.

(RED:Viðmerkingin hjá Øssur”lika” av m.a.: Brynhild Thomsen, Ingolf Sólheim Olsen, Høgna Rasmussen, Jákup Mørk, Ólavur Rasmusen, Tróndi Vatnhamar, Jógvan Andrias Joensen, Sveinur Tróndarson, Terji Sigurðsson, Grækaris Djurhuus Magnussen, Bjørt Samuelsen, John Jóhannesen, Kaj Joensen……

Jogvan Hugo Gardar

Tað eru alt ov nógvir føroyingar sum hava ov lítið at gera, og brúka deyðtíðina til at hava ringan tokka til tað onnur gera. Samdur við Øssur, út av kagið vánaligt hondverk, um journalistkeppurin skuldi sita á høvdinum. Talan var um fyrrverandi flokksskrivaran og politikkaran sum goymdi seg undir keppinum.

Niels Uni Dam

….Helgi tekur mat úr munninum á svøltandi børnum…..

Niels Uni Dam

Stóri trupulleikin er í hesum málinum. at Helgi skrivar sera manipulerandi, og at hann ger tað júst nú, tá ÍMGT samlar pening inn, tí hetta er við til at minka um áhugan at stuðla hesi sera týdnignarmiklu sak. Tað kemur kanska enntá, at ganga útyvir nakrar neyðstaddar familjur hesi jólini. Í mínari verð, er einki galið í, at har verður brúktur peningur til umsiting, og eg haldi ikki reellu tølini eru serliga ræðandi. Greinin insinuerar, at tað ikki er rímiligt at gjalda løn til tílíkt arbeiði, og tað haldi eg vera nokkso burturvið. Annars Bogi, so arbeiddi Annlis ókeypis fyrstu árini, so tá kundi hon ikki greiða frá, at hon fekk løn, tí tað fekk hon ikki.

(RED: Óteljandi viðmerkingar eru á Facebook, men tær eru av slíkum slag, sum vit ikki vilja endurgeva í blaðnum.)

Í felags brævið til Norðlýsið

skrivað Hans Andrias Sølvará, virkandi dekanur, Ph.D., útbúgvingarleiðari í søgu, lektari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya og Annika Sólará, stjóri í Granskingarráðinum:

Eg vil við hesum siga upp hald okkara av Norðlýsinum.

Tá vit fyri nøkrum árum síðani teknaðu hald, so var tað fyri at stuðla einum lokalblaði í Norðoyggjum og lesa ymiskt um økið, sum ikki sæst í øðrum miðlum.

Seinastu mánaðirnar er profilurin hjá blaðnum broyttur munandi til at vera politiskt á ein hátt, sum vit ikki eri áhuga í at stuðla.

Dropin er greinin á heimasíðu tykkara um Annlis Bjarkhamar. Vit skilja ikki endamálið við at Norðlýsið júst í hesum døgum, tá farið er undir at savna pening inn aftur til teirra, sum tørva tað til jóla, almannakunnger hesa grein.

Teir pengar, vit spara við uppsøgnini av haldinum, senda vit Barnabata afturat teimum, sum vit longu høvdu ætlað at latið.