Vit vóru ungir og spentir, eg og Eigil Hentze, tá vit fyri fyrstu ferð, 4. Oktober í 1974 sóu okkara fyrsta Norðlýsi á prenti.
Vit vóru ungir og spentir, eg og Eigil Hentze, tá vit fyri fyrstu ferð, 4. Oktober í 1974 sóu okkara fyrsta Norðlýsi á prenti.
Tíðin síðani, fram til dagin ídag, hevur verið skiftandi og spennandi. Felags fyri nógvu fyrstu árini er helst, at tað var sera trupult at fáa endarnar at røkka saman. Var tað ikki fyri eitt sera gott netverk í familjum okkara, og eitt uppaftur størri netverk aftanfyri okkum í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum, so høvdu vit als ikki megna at hildið fokus øll hesi ár.
Nú eru nógv harrans ár síðani at Eigil Hentze gavst á blaðnum, tó so, at hann hevur givið onkra hond líka til dagin í dag.
At tað er alneyðugt við einum lokalblað sum Norðlýsið, tað hava vit øll, sum gjøgnum tíðirnar hava skipað redaktiónina á Norðlýsinum, verið sannførd um. Tað er heldur ikki so sjálvdan att vit hava fingið at vita frá bygdum og býum kring um í Føroyum, at tey sakna onga lokala rødd at eiga í lokalsamfelagnum.
At kalla allastaðni verður sannað, at høvuðsstaðarpressan fyrst og fremst arbeiðir í og fyri høvuðsstaðarøkinum. Tað sæst best tá ið um sjúkrahúsøkið ræður og eitt nú tá kringvarpið tosar við ”mannin á gøtuni”. Kringvarpið kann jú leggja vertin á hvat vit kring um í landinum halda, tí vit eru álíkavæl tvangsinnløgd at gjalda kringvarpsgjald. ”maðurin á gøtuni” hjá kringvarpinum gongur ógvuliga sjálvdan í túninum í Bø, Sumba ella á Kirkju, nei, fyri stórsta partin válar hann oman og niðan eftir áarvegnum ella í SMS.
Men tað er tó inn ímillum at høvuðsstaðarpressan kemur kring um í landinum. Men tá er tað fyri størsta partin tí at hon luktar lýsingar ella sponsorpengar.
Sum eg segði, so hevur Norðlýsið í mínari tíð havt bæði góðar og ringar tíðir peningaliga, men blaðið hevur tó megnað at komið ígøgnum allar kreppur, hóast vit hava fingið okkurt nosið. Men vit hava yvirlivað. Og ikki minst, vit hava megnað at hildið fokus. Hóast fleiri áheitanir, so hava vit ongantíð farið inn í at givið Norðlýsið út sum eitt landsblað, tvørturímóti vit hava hildið okkum til at givið okkara egna samfelag rós og rís og ikki minst hava vit verið ígongdsetarar til ein hóp av tiltøkum í lokalsamfelagnum í Norðoyggjum í hesi 40 árini. Nevnast kunnu millum annað ”yrkisfótbólt” , sølustevnur, kunnigarstovu, listafelag, sjómannadagar og mangt mangt annað.
Jú, Norðlýsið er ein viðspælari í okkara lokalsamfelag, og tað ætlar Norðlýsið sær framhaldandi at vera.
Í komandi ári verður blaðið 100 ár, skráin fyri næstu 100 árini verður hin sama ”Lokala røddin í Norðoyggjum”.
Oliver




