Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið fylgir býráðsvalinum á netinum

Oliver Joensen

Fjølmiðlarnir fara at gera nógv burturúr kommunuvalinum, sum skilst fer Pegasus at dekka partin hjá útvarpinum, Sjónvarpið verður eisini í Klaksvík og eisini fer Dimmalætting at leggja út á netið.

Býráðsval eru altíð spennandi og kanska júst tí at hetta er ein politiskur leikur sum gongur fyri seg í lokalsamfelagnum. Føroya Tele hevur útvega Norðlýsinum eina beinleiðis linju úr KÍ-høllini og tí fara vit at leggja tað út á netið sum vit megna. Pegasus hevur longu gjørt tilfar klárt til ímorgin og ímillum tilfarið er eisini prát við Norðlýsið.
Politisku flokkarnir hava hølir kring um í býnum, og har hevur verið nógvur aktivitetur í kvøld, sjálvt um veðrið er vánaligt, regn og vindur. Javnaðarflokkurin heldur til í hølunum har gassølan var fyrr. Sjálvstýrisflokkurin í hølum hjá Føroya Bjór, Tjóðveldisflokkurin hjá Jonhard Larsen, Fólkaflokkurin í Fortuna og Sambandsflokkurin í hølunum har Blitz Foto var fyrr.
Sum skilst, so hava nógv fólk vitjað flokkarnar í kvøld og blíðskapurin hevur verið óførur allastaðni. Í skrivandi stund eru nógvar plakatir komnar upp at hanga, so sigast má, at um valstríðið kanska hevur verið stutt hesaferð, so er intensiteturin vaksin nógv seinastu dagarnar.