Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið ger klárt til stóra Torrablaðið

Norðlýsið

Eftir ein langan vetur við nógvum korona avmarkingum, verða Torradagarnir nú aftur á skránni. Skráin er longu blivin rúgvismikil, og fólk kunnu aftur síggja fram til at møtast til hugna og felagslív.

Norðlýsið ger nógv burturúr Torradøgunum, og í løtuni verður arbeitt miðvíst við at gera komandi blaðið, ið verður á tremur við Torra-tilfari. Blaðið verður borðið út í hvørt heim í norðoyggjum fríggjadagin, og seinasta freist at fáa tilfar, lýsingar og annað við í blaðið er mikudagin kl. 12.00.

Tilfar og lýsingar kunnu sendast til lysing@nordlysid.fo 

Vit á redaktiónini gleða okkum til at aftur at fara til tiltøk í býnum.