Her er nakað av tí sum stóð í Norðlýsinum 2005.
Januar
Jógvan við Keldu kennir seg ærumeiddan og letur sakførara sínum málið um skrivingina í Oyggjatíðindi, har landsstýrismaðurin verður lagdur undir at hava svarað "kontaktannonsu" og verður kallaður "Lover Boy" í blaðnum. Nýtt býráð er valt seinast í 2004, og í januar brynjar nýggja býráðið seg til valskeiðið, Jákup Mikkelsen, býráðslimur sigur, at raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu skal tálmast. Dorius Frederiksberg selir Klaksvíkar Dampvaskarí, sum hann hevur átt í 12 ár. Anfinn Kallsberg kunnger, at hann stillar upp til fyristandandi fólkatingsvalið. Leygardagin 22. januar, heldur Ægir sín 30 ára stovningardag. Jógvan Johannesen fangar ein høsnaheyk uppi á Fossum. Hann hevði fingið fráboðanina frá Kalla Hansen, og hetta er fyrstu ferð at Høsnaheykur er sæddur í Føroyum, eftir tí, Norðlýsið hevur fingið uppspurgt.
"Politikarar eiga at skera ígjøgnum og gera eina skipan, so føroysk virki hava fyrstarætt til tilfeingið", sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Banka á Fiskivinnufundinum á Tekniska Skúla í Klaksvík. Norðoya Húsasmíð, sum Klaksvíkar Timburhandil eigur, reisur fyrstu húsini, og tað er á Grashjalla. Kavin liggur tjúkkur seinast í januar og Norðlýsið hevur myndir av 99 ára gamla Eliesari Sørensen ímeðan hann skumpar trappuna uttanfyri húsini hjá sær. Seinast í januar er nógv arbeiði á Kósini, men sagt verður, at fyrstu fiskanøgdirnar ikki komu inn á virkið fyrr enn 18. januar. VB kvinnurnar hølva Stjørnuna av í KÍ-høllini. Úrslitið gerst 21-37 til VB.
Februar
8. februar er val til danska fólkatingið og tað merkir bløðini frammanundan. Tórbjørn Jacobsen lýsir á síðu 3 í Norðlýsinum við tekstinum: "Úr Vágstúni á Christiansborg". Ungi listamaðurin Ingi suni Jacobsen hevur listaframsýning í Leikalund. Leygardagin 5. februar verður skipa fyri seyðahundakapping á Viðareiði. Brøðrirnir Markus og Jógvan Jacobsen stovna Sp/f M&J, sum framyvir skal reka Vøruhúsi í Klaksvík, har Litaval og JH-Møblar higartil hava hildið til. Ferðaskrivstovan Fonnflog keypir Novena Tours í Runavík. Norðoya sparikassi kemur út við einum ársúrsliti fyri 2004 uppá 17,1 millión krónur. Næraberg ger roktúr fyrst í februar, eftir bert 10 døgum, hava teir 650 tons í lastini. Gudrun fær brotasjógv norður úr Kallinum, sjógvurin trýstið lúnningina og yrirdekkið inn. Á fólkatingsvalinum gerst Tjóðveldisflokkurin aftur størstur við 6301 atkvøðum og honum næstur gerst Fólkaflokkurin við 5990 atkvøðum. Sambandsflokkurin sum var størstur við valið 2001 hevur eitt vánaligt val og fer 5,9 prosentstig aftur. Michala Petri hevur konsert í Ósáskúlanum í Klaksvík. Stjørnan vinnur steypafinaluna á Neistanum við fimm málum. 18. februar verður kunngjørt, at skipað verður fyri Sjómannadegi í Klaksvík 20. august í 2005. Klaksvíkar Dampvaskarí hevur skift eigara, tað er Hans Christian Øregaard, ið hevur keypt vaskaríið, sum framyvir koyrir undir navninum HC-Vask. Christian Nagata verður settur sum fíggjarleiðari hjá Føroya Shell. Gunnvá við Keldu keypir grafiska virkið Vasti og letur upp í nýggjum hølum í Nólsoyar Pálls Gøtu. Mjølnir kvinnurnar gerast steypavinnarar og í tí sambandinum fáa tær gávukekk frá Shell. Roknskapartølini hjá Føroya Banka vísa 121 milliónur krónur í avlopi. Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri sigur við Norðlýsið, at hann er sinnaður at lata Atlantic Navigator sleppa inn fyri Næraberg..
Mars
Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at sitandi landsstýrið er ein hóttan ímóti Klaksvíkini, og hetta sigur hann í samband við at ætlanir eru frammi um at flyta Toll og Skatt í Eysturoynna. Føroyska tyrlumanningin sat í tveir tímar og bíðaði eftir boðum, meðan sjómenn vóru í havsneyð norðanfyri, skrivar Norðlýsið 4. mars. Klaksvíkskappingin er av, og menn eru nøgdir við avrikið hjá KÍ. Føroya Banki skrivar undir stuðulsavtalu við sangbólkin Suð. Í Runavík byggir Kiosk Vár nýggjan handilsbygning úr gassbetong, tað er P/F Klement Petersen í Saltangará, sum er veitari. Leygardagin 12. mars, heldur Leikalund sín 5 ára stovningardag. Í samband við byggingina av nýggjum samkomuhøli, hevur Emmaus Marknardag. Norðlýsið hevur javnan tíðindi frá Nærabergi, sum Jegvan Eliassen skrivar og brøvini frá honum eru sera væl umtókt. Norðlýsið veit at siga 18. mars, at Klaksvíkar Kommuna hevur mist eina millión í samband við Phoenix svikið. Skírhósdag skipar Klaksvíkar Fimleikarfelag fyri fimleikaframsýning í KÍ-Høllini við 250 fimleikarum. Jastrid Gullaksen letur upp nýggja fyritøku innan sniðgeving og marknaðarføring. Afturat Jastrid starvast eisini Sonja R. Kjølbro á Grafia. Nýggja bakaríið hjá Jórun verður alment tikið í nýtslu við stórari móttøku í Klingrugarði. Menninir aftanfyri Summarfestivalin kunngera at ein av luttakarunum á festivalinum verður írska heimsstjørnan Brian McFadden. Kappróðrarbátarnir verða gjørdir klárir og Árnfirðingurin er ein teirra. Hotel Runavík – Sjómansheimið letur upp aftur 19 mars, tað eru tey bæði Kirstin og Andreas Andreasen, ið hava leigað Sjómansheimið. Flogbóltshetjan Marjun Kalsø kunnger, at hon hevur spælt sín seinasta dyst í bestu deildini.
Apríl
Hóast tøgn í longri tíð, um Handilssentrið í Klaksvík, so frættist nú, at Tryggingarfelagið Føroyar og Norðoya Sparikassi arbeiða miðvíst við málinum.Í samband við fyrireikingarnar til øki til eitt handilssentur við Sandin, verður "Ósásteinur funnin og lagdur fram aftur. Eftir bert 9 daga roynd undir Íslandi, kemur Núpur aftur av rekordtúri við 190.000 pundum. Í dystinum ímillum KÍ og Fram í steypakappingini, hevði KÍ ikki spæliloyvini hjá trimum av leikarunum. KÍ vinnur 4-3 á HB 2. páskadag og hildið verður at KÍ hevur eitt spennandi lið. Arnold Vegghamar hevur framsýning í Leikalund. Sjúrður Rasmussen, ráðgevi hjá Løgmanni, váttar at løgmaður hevur tikið avgerð um at kanna málið um týska íløgufelagið Phoenix og Klaksvíkar Kommunu. Grannskoðaravirkið Føroyabók flytir í nýggj hølir við Klaksvíksvegin. Ein lastbilur á Kalsoynni fer útav vegnum og oman í sjóvarmálan, ongin var í bilinum tá óhappið hendið, men bilurin gjørdist vrak. Býráðið avger at víðkað um økið norðanfyri Kósina. KÍ úti av steypakappingini, orsøkin eru væntandi spæliloyvini í dystinum ímóti Fram á sinni. Við sjey stigum í trimum teim fyrstu dystunum leggur Kí seg á odda í Formuladeildini. Gentur 16 hjá Stjørnuni gerast greipuvinnarar. 10. mars ger Barsskor sín seinasta rututúr í Kalsoynna og hetta verður hildið við stórum fagnaði til Barsskor og sum ein tøkk til manningina, ið hevur røkt rutuna. Tað at Barsskor gevst ber eisini boð um nýggjari tíðir, og samstundis er móttøka fyri Sam, sum nú skal røkja rutuna og í hesum sambandi klippir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður snórin fyri nýggju ferjuleguni á Syðradali. KÍ tapir 0-2 ímóti Skála í Klakvík. KÍ tapir aftur, hesafer ímóti B36 í Gundadali. Mjølnir gerst føroyameistari í unglingadeildini hjá dreingjunum, ímeðan kvinnuunglingarnir fingu silvur. Veðrurin hjá Føroya Bjór í nýggjum skinni – plastfløskum.
Mai
Saman við vinnufyritøkum úr Klaksvík, luttekur Norðlýsið á Fish Fair. Looknorth hevur gjørt ein umleið 5 metur høgan vita til framsýningina. Íslendska venjingarskipið Sæbjørg vitjar Trygdarmiðstøðina í Klaksvík. Natalia Reinert vinnur fleiri gullmerki og setir tvey føroysk met í svimjing í Føroyameistarakappingini. Kristian Olsen vinnur gull í bæði 50 m firvald og 50 m frí og prógvar at hann er føroya besti svimjari á teim stuttu teinunum. Nýggja ferðasambandið til Kalsoynna hevur gjørt, at sjúkrabilurin nú eisini kann røkja tænastu í Kalsoynni. 50 ár eru liðin síðani læknastríðið stóð uppá tað harðasta, men tað merkist ikki nógv til í Klaksvík. Tveir danskir journalistlesandi eru tó her og gera samrøður, og úrslitið av arbeiði teirra stendur í Norðlýsinum. "Árnfirðingurin" er nú flotaður og skal luttaka í kappróðrinum í summar, báturin vann millum annað trý FM heiti á rað í árunum 1966-1968. Badmintonfelagið arbeiðir við eini badmintonhøll, ið skal byggjast við svimjihøllina og er farið at ótolnast eftir svari frá Mentamálaráðnum. Tað gongur betur hjá KÍ eitt skifti, ein 6-1 sigur á TB og 3-0 sigur á ÌF gevur íblástur.
Juni
Fyrireikingar til Norðoyastevnu. Steinbjørn O. Jacobsen sigur í grein: "Við so mongun virkisfúsum fólkum, bæði vinnuliga og mentanarliga, eigur Klaksvík eina bjarta framtíð". Steinbjørn bjóðar samstundis øllum vælkomnum á Norðoyastevnu. Norðoyastevnuskráin er fjøltáttað og byrjar hósdag og endar týsdag. Kunngjørt verður, at Straight Ahead fer aftur á pall á Summarfestiválinum í ár. Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri skjýtur upp, at tá Norðoyatunnilin er veruleiki eigur nýggj bussruta ímillum Klaksvík, Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð at vera sett á stovn. Fríggjadagin 3. juni er móttøka á Tryggingarfelagnum Føroyar í Klaksvík, í samband við at Ólavur Samson fer úr starvi á deildini. KÍ tapir við einum máli móti ongum á Mølini á Eiði. Aksel Zachariasen hevur verið 30 ár í starvi hjá Landsverk í Norðoyggjum og hetta verður hátíðarhildi við lítlari móttøku. Eyðfinn Reyðberg heldur miðnáttarrøðuna á Norðoyastevnu. Atlantic Airways stovnar nýggja flogrutu til Ålborg. Leygardagin 11. juni verður skipað fyri útoyggjastevnu í Svínoy. Klaksvíkingar og norðoyingar fyrireika seg til seinasta skotið í Norðoyatunnlinum. Drottningin og Margretha og Hendrikur prinsur vitja saman við Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu. Vitjað verður nógvastaðni og vitjanin í Klaksvík endar við einum døgurða í Skálanum. KBI, eitt av virkjunum, ið hevur bygt nýggjan handilsbygning í Klingrugarði, flytir í nýggju hølini. Drottningin vitjar millum annað inni í tunnlinum. Talan hevur verið um at hon skuldi trýsta á knøttin til seinasta skotið, men so langt er tunnilsgerin enn ikki komin. Menn eru so smátt byrjaðir at venja til egnikappingina sum skal vera í samband við Sjómannadagin 20. august og í hesi venjing setir Kristian Dam føroyskt met við at egna 100 húkar í 9 minuttir og 18 sekund. Dagurin fyri seinasta skotið í Norðoyatunnlinum verður ásettur til 25. juni og at hetta skal vera kl. 17.00. Fleirfaldi Grammy vinnarin russ Taff og gospelsangarinnan Lynda Randle hava konsert í KÍ-Høllini og Beatleskonsert er í Lognbrá, har kendi Beatlesbólkurin Bootles úr Liverpool spæla
Juli
Norðoyatunnilin varð sprongdur ígjøgnum 25. juni og 1. juli veit Norðlýsið at siga, at 1100 tons av spreingievni hava verið nýtt til at spreingja seg ígjøgnum 5155 metra langa teinin tvørtur um Lorvíksfjørð. Tað var Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, ið fekk heiðurin av at festa í fjúsið til seinasta skotið. Jógvan var tann politikarin ið av álvara byrjaði kjakið, ið endaði við at tunnilin bleiv veruleiki. Hetta var sjálvandi søguligur dagur í Norðoyggjum og sera nógv fólk vóru møtt til hátíðarhaldið. Men hátíðarhaldið var ikki nóg væl fyriskipað, tí tað mungu ganga umleið 15-20 minuttir, frá tí at seinasta skotið varð latið av, til stóra mannfjøldin, sum ikki slapp inn í tunnilin, fekk at vita at nú var yvirstaði og opið undir Lorvíksfirði. Sama dag sum Norðoyatunnilin varð sprongdur ígjøgnum, hevði Reyni Service reisigildi fyri nýggja bygninginum í Klingrugarði og samstundis lat nýggi handilin hjá KBI upp og hetta bjargaði kanska degnum hjá mongum, ið hildu seg vera komnan "apríl" niðan til tunnilsmunnan. Norðoya sparikassi kunnger í blaðnum 1. juli at deildirnar í Norðdepli og á Viðareiði fara at lata aftur, í Norðdepli 26. juli og á viðareiði 27. juli 2005. Menn fyrireika seg framhaldandi til Sjómannadagin, tað sæst við at skøtur og havkallar eru komin at ganga í kørum á Stongunum Tað hevur gingið væl hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og á Jóansøku gjørdust dreingirnir við Fípuni nr. 1 og eisini Fípan Fagra við Old Girls og Nevið Reyða varð eisini nr. 1 og nú hava teir savna sær so nógv stig, at tað skal gangast teimum illa um teir ikki gerast føroyameistarar. Norðoya sparikassi tilnevnir varastjóra, undirstjóra og menningarleiðara, Teir eru ávikavist Marner Mortensen, Eyðun Kjølbro og Gunnar Nolsøe.
August
Norðlýsið hevur verið í summarfrí og bjóðar vælkomin á summarfestivalin í fyrsta blaðnum eftir summarsteðgin. Nógv kend nøvn eru á festivalinum í ár, burtur úr rúgvuni kunnu takast Brian McFadden, *Ana johnsson, Anne Linnet, Shakin’ Stevens umframt hópur av føroyingum. Hóast veðrið ikki var líka gott sum á fyrsta festivalinum í 2004, so kundu vit ikki klaga og áhoyrararnir trutu ikki. Í kappróðrinum gerast Fípan fagra og Nevið Reyða Føroyameistarar. Heilsurenningin í Klaksvík heldur áfram, hetta er liður í fyrireikingunum til tá Norðoyatunnilin letur upp og skipað verður fyri fyrstu renningini ígjøgnum tunnilin. Gitingar eru um, at Summarfestivalurin 2006 helst fer at hava við sær størstu fólkakonsentratión í Føroyum til eitt einstakt tiltak. Hetta verður gitt av tí at Norðoyatunnilin tá verður opin. Roknað verður við, at eini 8000 fólk vóru til Summarfestivalin 05. Eisini stuttleikabátar komu á Summarfestivalin og við bátabrúgvarnar hugnaðu eini 40 – 50 manningar á stuttleikabátum sær óført. Avgjørt er, at Stengurnar skulu vera ramman um Føroya Sjómannadag, sum verður fyriskipaður 20. august. Egnarar úr Noregi og Íslandi koma til Føroyar at kappast um "Heimsmeistaraheitið í Egning". Í samband við Sjómannadagin skipar Norðoya Sparikassi fyri morgunmatarborði norðuri á Stongunum. Ein standmynd verður sett upp á Stongunum í samband við Sjómannadagin, tað er Archibald Black, ið hevur sniðgivið og Ólavur Samson, ið hevur evna til, myndin sýnir útróðrarmann við stampi. Klaksvíkar útróðrarfelag hevur latið standmyndina. Bjørn Kalsø setir sjómannadagin og 3000 fólk vitja. Bjargingarbáturin Ziska, hjá Norðoya Bjargingarfelag kemur á Klaksvík á fyrsta sinni henda dagin. Nógvar kappingar eru men størsta kappingin er helst egnikappingin og hana vinnur John Havn úr Klaksvík, ímeðan David Petersen Liland úr Noregi gerst nr. 2 og Einar Guðbjartsson úr Íslandi gerst nr. 3.
September
Hóast sáttmálin við NCC sigur at Norðoyatunnilin skal vera opin fyri ferðslu 15. august 2006, so verður nú váttað at alt bendir á at tunnilin verður opin longu fyrst í mai 2006. Ungdómurin í Klaksvík fær nú sítt virkishús. Býráðið hevur avgjørt at lata gomlu sjóvinnubankahúsini til ungdómin og við hesum í huga verður í september lýst eftir leiðara. Ísak Mikladal sigur í Norðlýsinum at ISF er eitt haft um beinið hjá sersambondunum. Sett er á at taka gamla kirkjugarð í Vágstúni niður. Í Norðoyatunnlinum hendir eitt ferðsluóhapp, tá ein picup hjá NCC rennur inn í ein borivogn og verður vrak. Sørvágs kommuna fær uml. 40 milliónur krónur burturúr søluni av Vesturvón. Varaborgarstjórin í Klaksvík, Jákup Mikkelsen metir, at um kommunurnar vera samdar um at selja SEV, kunnu tær fáa ímillum 1 og 2 milliardir krónur fyri søluna. Tað sum eftir er av Tørini í Kunoy loypur og ein stór ur kemur at liggja niðanfyri.Hóast tað frættist aðrastaðni í landinum um fáar og smáar havhestaungar, so lata Sundamenn væl at Elmar Simonsen sigur, at nógv er til av havhestaungum og hartil eru teir væl fyri. Í Norðoyatunnlinum verður nýtt bjálvingarevni roynt, eftir at spurnartekin hevur verið sett við PE-skúmið, sum millum annað hevur verið brúkt í Vágatunnlinum. Nýggja evnið kallast Master Seal. Nýggjur handil letur upp í Klaksvík, tað eru brøðurnir Bárur og kristian Andreasen, ið lata handilin Hollywood upp, tí teir meta at útboðið av filmum og øðrum fyri ung er ov lítið. 12 bátar eru við í fiskikappingini, sum felagið Dragin skipar fyri og vinnari gjørdist Brattaberg við John Erik Frederiksberg og Mikkjal Lamhauge, teir fingu 102,3 kg ella 61,15 kg. upp á mannin Klaksvíkar Ungdómshornorkestur er á vinarbýarvitjan í Wick í Skotlandi og teir lata sera væl at túrinum og móttøkuni í Wick. Sunnudagin 25. september, leikar veteranurin Kurt Mørkøre sín seinasta dyst fyri KÍ, helst nakrantíð. Kurt varð boðsendur úr Noregi helst fyri at bjarga liðnum undan niðurflyting. Reinsiverkið í Árnafirði verður tikið í nýtslu og hevur Árnafjørður nú eisini fingið sóttreinsað drekkivatn. Stjørnan fær nýggjan venjara, tað er 48 ára gamli Lazer Kordic úr Serbia, ið skal venja kvinnurnar í vetur. Tá Árnfirðingar eru í berginum og taka smátt, verða teir á heimleiðini í lítla fýramannafarðinum illa skølsettir av mastrahvalum. Metið hjá 66-liðinum hjá KÍ er nú fokið. KÍ kvinnurnar gjørdust føroyameistarar í ár og tær hava nú vunnið heitið 6 fer á rað, ímeðan 55 liðið "bert" vann heitið 5 fer á rað.
Oktober
Landsverk fer undir kanningar av tunnilsgerð og vegagerð úr haraldssundi og norður til Viðareiðis. 1. í september var farið undir kjarnuborðingar niðanfyri Svartadal. Klagað verður um óskil av leysgangandi hundum í Klaksvík. Vegurin niðan á Uppsalar, uppi á Dalinum er vandamikil og aftur í september fer ein bilur útav her. Møguliga var orsøkin til at tveir brandbilar ikki startaðu tá eldur var í á Skarðhamri, sabotaga móti brandbilunum. Bestýrarahúsini á strond mugu lúta fyri nýggjum virksemi. Húsini, sum eru tey elstu á Strond, eru nú í so ringum standi, at Sev hevur valt at taka tey niður. El-IN fer undir bygging av nýggjum handilshølum í Klingrugarði við Borðoyarvík. Næraberg fer av Klaksvík fyri seinastu ferð. Svartkjaftaframtakið hjá Røkke í Føroyum við Nærabergi hevur verið nógv diskuterað, men nú Næraberg fer av Klaksvík fyri seinastu ferð, munnu skeptikararnir ikki longu vera so nógvir. Klaksvíkar Timburhandil skiftir eigarar. Jógvan, Símun og Petur Hans á Høvdanum, ið keyptu Klaksvíkar Timburhandil frá JFK, hava nú selt Timburhandilin til Eivind Jacobsen av Strondum og Símun í Mittúni. Í tí sambandinum kunnger stjórin, Eivind Jacobsen, at Timburhandilin á Stongunum skal gerast til keypssentur. Prentsmiðjan Estra úr Gøtu og reklamuvirkið Vasti úr Klaksvík leggja saman, Gunvá við Keldu er framhaldandi stjóri á Vasti og eigur nú triðingin í samanlagda felagnum, imeðan Kristoffer Laksa og Sonja á Líðarenda eiga tveir triðingar. Arbeiðissteðgur hevur verið í samband við lønarsamráðingar hjá Starvsmannafelagnum og tað hevur rakt norðoyggjar hart. Christian í Grótinum hevur fiska fyri 14 milliónur í tvær vikur í Norðsjónum, tað er makrelur, teir hava roynt eftir. Í seinasta landskappingardystinum í ár, settu KÍ kvinnurnar eitt flott punktum við at vinna heili 6-2 á B36, sum hevði verið harðasti kappingarneytin alt kappingarárið og við sigrinum gjørdust tær Føroyameistarar. Týsdagin 25 oktober, gevur Norðlýsið, sum nú kemur á marknaðin tvær ferðir um vikuna, fyrsta týsdagsblaðið út. Blaðið verður borið í hvørt hús í Norðoyggjum umframt eisini í partar av Eysturoynni hvønn týsdag. Jákup Mikkelsen, stjóri á Heilsøluni og Niclas Heri Jákupsson skriva undir avtalu um keyp av 75% av fyritøkuni Esmar Simonsen á Kambsdali. Nýggi Smyril er komin til landið og hann fer framsýningartúr inn á Skálafjørðin og til Klaksvíkar. Í hesum mánaðinum skrivar Norðlýsið at Eysturoyggin og Norðuroyggjar sita tungt á Formuladeildini, møguleiki er fyri at 7 av teim 10 feløgunum verða úr Eysturoynni og Klaksvík. Ambulansutænastan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Atlantic Helicopters fara í samstarv um sjúkrafluttning. Teir báðir Petur í Gong og Malvinus í Gong reka elektronikkverkstað á Bumshamri. B36 gerst føroyameistari og norðoyingar fegnast um at eiga Jákup Mikkelsen og Allan Mørkøre á liðnum.
November
Bakaríið hjá Símun farið í søguna. Jórun Mørkøre, sum hevur bygt nýtt nýmótans bakarí í Klingrugarði keypir eisini bakaríið hjá Símun. Iulian Florescu, ið higartil hevur leikt við Skála, skrivar undir ein eitt ára sáttmála við KÍ. Løgmaður meldar Klaksvíkar Kommunu og sendir Phøenixmálið til fútan. Reini Service letur upp nýmótans bilverkstað í Klingrugarði í Klaksvík, Eivind av Reyni sigur, at verkstaðurin er tann mest framkomni í Føroyum. Jóannes Jacobsen verður settur sum venjari hjá B68 fyri komandi kappingarár. Bjørn á Heygum, advokatur sigur, at borgarstjórin í Klaksvík hevur handlað eftir bestu sannføring í Phønixmálinum og heldur tí at málið ikki eigur at fáa fylgjur fyri borgarstjóran. Føroya Sparikassi kemur nú eisini til Klaksvíkar og hevur í hesum sambandinum keypt bygningin hjá EL-IN í Vági. Kirkjuráðsval hevur verið og Jørgin ellingsgaard gjørdist fyrst valdi í kirkjuráðið, seinni gjørdist hann eisini formaður í ráðnum. Týsdagin 15. november var stór móttøka í Føroya Banka, tí tá vóru júst liðin 50 ár síðani bæði Føroya Banki og Sjóvinnubankin lótu upp deildir í Klaksvík. Í hesum sambandinum kunngjørdi bankin at Føroya Banki skuldi gerast meira sjónligur í samfelagnum. Beinta Árnadóttir Gregersen verður sett sum leiðari av virkishúsinum fyri ung í Klaksvík. Eyðun Mørkøre verður deildarleiðari hjá Føroya Sparikassa í Klaksvík. Í býráðshøllini er ein framsýning um Blithesom og Coraliu. Bergtóra Poulsen letur upp nýggjan skógvahandil á Stangavegi 92. Føroya Banki boðar frá, at teir nú seta rentuna til sethúsaeigarar niður til 3,85% og at lánið harafturat verður eitt SkáaLan, sum gevur veitir lántakarunum skáar í gerandisdegnum. Norðoya Sparikassi boðar frá, at hann lækkar rentuna niður í 3,45% og rentuna á 2. veðrætti í 5,45%.
Desember
Tíbetur hendir ongin mansskaði, tá ein trýstfløska sprongist á Brennistøðini á Hagaleiti, onkur hevur av ósketni latið fløskuna inn saman við brennbarum ruski. Eyðfinn Reyðberg, stjóri á Norðoya Sparikassa sigur í samband við at Sparikassin nú hevur lægstu útlánsrentuna í landinum til sethús, at Sparikassin ikki ætlar sær at standa aftanfyri hinar peningastovnarnar. Heimlán er nýggja konseptið hjá Norðoya Sparikassa, sum fær góða móttøku á marknaðinum. Tað gongur tó bert stutt tíð til hinir peningastovnarnir kunngera somu rentuupphæddir sum Norðoya Sparikassi, hóast lánini ikki eru identisk. Heimasíðan hjá Norðlýsinum var fyrst við tíðindunum um, at Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri verður sagdur úr starvi, í samrøðu við pappírsútgávuna sigur hann seg vera glaðan fyri tíðina í innlendismálaráðnum. Fyrst í desember mánaða verður Merkið vundið á stong umborð á Atlantic Navigator, ið skal avloysa Næraberg. Tað er organiseraður fíggindaskapur, sum gongur líka upp til leiðslurnar í kirkjuni og í Betesda, sigur Hans Eiler Hammer prestur, í samband við at rætturin noktaði honum innlit í ákærurnar ímóti sær um misrøkt av egnum børnum. Jólatræið í Vágstúni verður tendrað og í ár stendur tað á øðrum stað enn tað plagar, orsakað av umbygging av miðbýnum í Klaksvík og øll eru samd um at træið stendur betur fyri nú. Kunngjørt verður at jólaskipið aftur í ár kemur til Klaksvíkar og í tí sambandinum verður eisini leitað eftir evnum til "Ársins Rósu". Heygabúðin hevur bygt um og umframt fleiri fermetrar hevur handilin eisini fingið betur umstøður at brúka ovaru hæddina í húsunum. Stór móttøka er í Klaksvík tá Atlantic Navigator kemur higar á fyrsta sinni og samstundis sum fyrsta skipið tekur nýggju havnina í Ánunum í nýtslu. Norski ríkmaðurin og reiðarin á Atlantic Navigator, Kjel Inge Røkke er eisini í Klaksvík og tekur ímóti skipi sínum. 100 fólk fara við Atlantic Navigator til fiskiskap og áðrenn farið verður av Pollinum, verður møti hildið umborð. Í samband við føroyaferðina, fær Røkke høvi at hitta føroyingar, ið hann var saman við umborð á norska trolaranum Svalbard í 70 unum. Norðoyatunnilin kunngerð, at gjaldið verður tað sama í Norðoyatunlinum sum í Vágatunlinum og at framhaldandi verður mett at tunnilin kann lata upp fyrst í mai mánaða 2006. Kunnandi fundur um handilssentrið í Klaksvík er á Tekniska Skúla og Óli Marner Christiansen sigur at skjøtil skal vera settur á innan 30. mars. Tangabilarnir hjá Statoil mugu koyra 70 ferðir til skipið við olju, áðrenn nóg mikið er. Árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri verður fyriskipað í Christianskirkjuni. Borgarstjórin í Fuglafirði sigur við Norðlýsið, at teir har eru ígongd við at byggja nýggja egningarmiðstøð. Nýggja samkomuhúsið hjá Emmaus verður vígt. Suni Schwartz Jacobsen verður settur sum stjóri og vinnukundaleiðari hjá Føroya Banka, sum nú hevur tveir stjórar. Og jólaskipið kemur við øllum sínum jólamonnum. Kunngjørt verður í sama viðfangi, at Absalon Matras fær Ársins Rósu fyri sítt ótroyttiliga hjálpararbeiði.




