Í samband við at KÍ verður 100 ár kemur norðlýsið út í hvørt hús í norðoyggjum við tíðindum, upplýsingum og øðrum um Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Sum eina upptakt uppá fótbóltin í summar, fer Norðlýsið saman við KÍ at koma í hvørt hús í Norðoyggjum komandi fríggjadag. Tað var nevniliga sigur, at KÍ fyri árum síðani gav út eina ávís við kappingarbyrjan. Avgjørt er at taka hendan táttin uppaftur, tó verður hetta í ár skipað á tann hátt, at Norðlýsið og KÍ-tíðindi vera eitt og sama blað. Fótbóltsáhugað kunnu tí vænta sær nógv ymiskt um fótbólt í Norðoyggjum í komandi Norðlýsið.
Samstundis verður blaðið í komandi viku eitt gott høvi hjá handlum og fyritøkum í Norðoyggjum at lýsa í Norðlýsinum, tí saman við blaðnum verða lýsingarnar sjálvandi bornar í hvønn krók í Norðoyggjum samstundis.
Vit heita tí á tey, ið ætla sær at lýsa í Norðlýsinum í komandi viku, um at handa okkum tilfarið í so góðari tíð sum gjørligt og í seinasta lagið týsdagin í komandi viku.




